Sandoyggin: Tað er Sp/f Drangberg, sum stendir fyri hesum arbeiðnum.
Skopunar kommuna miðar ímóti, at børnini flyta inn í nýggju skúlastovurnar eftir summarfrítíðina.
Alt arbeiðið skal eftir ætlan vera liðugt í heyst, og tá standa tríggjar nýggjar skúlastovur, seks wc, eitt vátrúm og nýggj lærarastova klár at taka í brúk. Ímillum gamla og nýggja partin av skúlanum verður ein innandura spælihøll til børnini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo