Skúlablaðið: Hoyvíkar skúli skal hava nýggjan stjóra. Birgit Arge, sum hevur verið stjóri har síðan 2003, fer frá 1. apríl fyri aldur; hon avspákar í mars og frároknar páskafrítíð, so seinasti arbeiðsdagur er sjálvan 29. februar.
Birgit Arge byrjaði at arbeiða í Hoyvíkar skúla langt áðrenn hon gjørdist stjóri, nevniliga í 1982 sum læraravikarur.
Í Hoyvíkar Skúla eru 347 næmingar í 1. - 9. flokki, og 31 lærarar í føstum starvi. Starvið verður sett frá 1. mars 2016, skrivar Skúlablaðið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo