Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fyri júst einum ári síðan hevði stórmeistari okkara í talvi, Helgi Dam Ziska, innleiðsluskeið fyri lærarar í Havn í fjør vetur og fyri lærarar í Eysturoynni í september í fjør heyst

Sum 19 ára gomul flutti Berlys Nordendal úr Venesuela til Føroya. Í dag arbeiðir hon sum lærari í skúlanum á Giljanesi

Tíggju ár eru liðin, síðan Sharon Weiss og Eyðbjørg Dalsgaard á fyrsta sinni lótu dyrnar upp í Frískúlanum í Havn í august 2007

Í stórari samrøðu í nýggja Skúlablaðnum hugleiðir Eyðun Gaard, nýggi stjórin á Námi, um dreingir, sum missa hugin at læra

Foreldur ella verjar, ið ætla at lata barn/børn fødd fyri 1. januar 2012 í 1. flokk í Tórshavnar kommunalu skúlar næsta skúlaár, kunnu nú skriva barnið/børnini inn

- Nú Pedagogfelagið er farið í verkfall, meðan hini feløgini í sáttmálasamráðingunum hava undirskrivað nýggjan sáttmála við almennu arbeiðsgevararnar, gerast nøkur diskriminerandi viðurskifti

Tú minnist best tað, tú lesur hart, vísir nýggj kanning

Í dag fluttu tey fyrstu í nýggja konteynarabýin á Refshaleoynni í Keypmannahavn. Yvir 2.000 lesandi søktu um eina av teimum 84 íbúðunum til eina húsaleigu á undir 4.000 krónur

Tvær fegnar ungar kvinnur fingu hósdagin handað Betri legat á samkomu í Norðurlandahúsinum í sambandi við JobMatch. Legatið er stuðul til uttanlandsuppihald í sambandi við útbúgvingina

Myndir frá prógvhandanini, ið var hósdagin 21. desember, í sambandi við, at lærlingar, sum hava gingið á deildini fyri Tøkni á Glasi, hava staðið sveinaroyndirnar. Tey, ið fingu prógv, hava staðið sveinaroynd innan bil, el, timbur, metal

Komandi vár fáa vit at vita, hvussu ofta børn í 4., 6. og 9. flokki lesa, hvat tey lesa, á hvørjum máli tey lesa, á hvørjum miðli tey lesa og so framvegis

Tað var spurningurin, sum Jóngerð Nielsen, forkvinna í Heimi & skúla, reisti á ráðstevnu fyri lærarar og leiðarar í fólkaskúlanum herfyri

- Sum "en gennemsnitlig dreng" kom eg saman við flest øðrum dreingjum nærum snikkaleysur úr fólkaskúlanum, men onkrir vóru, ið fingu okkurt spjaldur á seg

Tilboðið er mangan merkt av vantandi tilfeingi og av at vera óskipað, heldur námslektari

Teir trupulleikar, sum Poul Michelsen og onnur orðblind við honum høvdu í skúlanum, fingu onnur lítið rósandi heitir, so sum sibbi, býttur, seinur, dølskur ella dovin

Hósdagin 7. desember vardi Hallur Mortensen ph.d.-ritgerð sína við Durham University

- Tað er blivið alt meira greitt, at Mentamálaráðið hevur útveitt avtalubrot til skúlaleiðslurnar at fremja

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur sett Duritu Jakobsen í starvið sum skúlastjóra í Tofta skúla frá 1. januar 2018 at rokna

Meginfelag Føroyskra Studenta finst at landsstýriskvinnuni í skúlamálum

Um játtanin til Fróðskaparsetrið ikki økist, so merkir tað, at ein av høvuðsstuðlunum undir varandi framburði og fólkavøkstri í Føroyum er álvarsliga hóttur

Hvat er ein góður lærari? Hendan spurningin hevur Mentamálaráðið nýliga sett fram í einum stuttfilmi í sambandi við ráðstevnu fyri fólkaskúlalærarum í Føroyum

Dugir tú væl í skúlanum, eru sannlíkindi fyri, at bæði lærarar og næmingar halda teg vera irriterandi, sigur fólkalívsfrøðingur

Fríggjadagin 17. november kl. 14 fer Arndis Simonsen, cand.psych., at verja ph.d.-ritgerð sína á Aarhus Universitet

Í løtuni mótmæla næmingarnir á Glasi, tí tey skulu gjalda 250 krónur um árið fyri nýtslu av vardum verkum, stendur í skrivi næmingarnir hava fingið frá undirvísingarstjórunum

- Tí flestu okkara minnast ein, einstakan lærara, sum sá okkum, sum varnaðist okkum og sum ávirkaði okkum

- Tveir frálíkir dagar, har allir fólkaskúlalærarar fingu høvið at møtast í ein dag, uttan at verða trektir í løn og við øllum útreiðslum goldnum

Samráðingarnar við Lønardeildina eru fyribils steðgaðar. Heldur ikki Føroya Pedagogfelag er nøgt við sína plasering í føroyska lønarlagnum

Á tingfundinum sum byrjar klokkan 11 eru eisini ófráboðaðir fyrispurningar á skránni

Fríggjadagin 17. november fer Kalpana Vijayavarathan at verja ph.d.-ritgerð sína í Auluni á Námsvísindadeildini

Kontinuteturin í tilboðnum er, at fastur lærari undirvísir hesum børnum og ungum við sosialum avbjóðingum, og sambært Bjørghild Djurhuus er tað ógvuliga umráðandi, at tað eru professionell fólk, ið eru um tey

Marin Strøm hevur staðið fyri eini granskingarverkætlan, at kanna um samband er millum tilskot við folinsýru og sjúku innan autismu-spektrið

Í farnu viku fingu fólk í heilsuverkinum prógv fyri at hava staðið skeið um parkinsonsjúkuna. Hetta er fyrstu ferð, slíkt skeið er skipað í Føroyum

- Men tað skal verða upp til hvønn einstaka skúla kring landið, nær tær eru, og úrslitið skal brúkast innanhýsis til gagns fyri næmingin og ongan annan, sigur Nita Næs, lærari við Hvalbiar skúla

Í farnu viku var ein flokkur við 18 lesandi í íslendskum á námsferð í Føroyum

Fráfallið er ov stórt og tí fara fleiri lærdir háskúlar í Danmark nú at skerpa treytirnar fyri yvirhøvur at sleppa at byrja

- Eitt sindur av ráðaloysi í Mentamálaráðnum er ikki óvanligt, men at ráðið beinleiðis fer at mótarbeiða talgildingini í fólkaskúlanum við harraboðum um, at nú vilja vit ikki hava meira talgildan útbúna inn í skúlan, tað høvdu vit ikki væntað

Rektarin á Glasi, Bogi Bech Jensen, hevur ikki gjørt nakað skeivt juridiskt, og tí ger Mentamálaráðið ikki meir við kæruna sum sjey lærarar í Hoydølum sendu Mentamálaráðnum í summar

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur gjørt av at seta Eyðun Gaard í starvið sum stjóri í Námi frá 1. november 2017 at rokna

- At lærarar sjálvir mugu gera tilfar, krevur nógva orku og tíð, sigur Hallfríð H. í Hjøllum, lærari

- Tað er ómetaliga hart fyri eitt barn hvønn morgun at fara á eitt stað, har tað ikki kennir seg at hoyra til og ikki kennir seg virt fyri tað, tað er, skrivar Súsanna Mortensen, lærari

- Tað er umráðandi, at lærarar fáa førleikar at undirvísa næmingum, sum hava annaðmál enn føroyskt, sigur Hallfríð H. í Hjøllum, lærari

- Fyri summar næmingar er gymnasialt miðnám tað rætta og tað einasta rætta, men fyri aðrar er tað ikki; trupulleikin er, at tað sýnist sum, at mestsum øll, fólkaskúlin, foreldur og samfelagið, halda, at øll skulu hava gymnasialt miðnám, sigur Marius Thomassen, ráðgevi

Tey lesandi á lærara- og námsfrøðingaútbúgvingini gjørdu eitt sera væleydnað filmsbrot, ið var bygt á eitt interview við Anniku Wenningsted Jacobsen, leiðara á dagstovninum á Hamrinum á Argjum

Tórunn Højgaard Ósá er sett í starvið sum námslektari í sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya at byrja 1. januar 2018

5. oktober er altjóða læraradagur; henda dagin verður ljós varpað á dygd í undirvísingini og tann týdningarmikla leiklutin, lærarar hava

Musikkskúlin í Suðuroy hevur seinastu árini hildið til í hølum í Framtíðini í Vági, men tá tann sáttmálin varð uppsagdur í fjør, varð gjørt av at flyta virksemi í Vágs Skúla

- MFS vil tí heita á politisku skipanina at skifta hugburð og byrja at síggja útbúgving og tey lesandi sum eina íløgu heldur enn eina útreiðslu. Nú er nokk tosað um ætlanir um at raðfesta útbúgving

Í morgun var steypahandan á Skúlanum á Argjahamri, har Annika Olsen, borgarstjóri, handaði næmingunum úr 6. flokki steyp til ognar

Í sambandi við altjóða arkitekturdagin lat Landsverk upp dyrnar fyri almenninginum á Glasi sunnudagin. Umleið túsund fólk nýttu høvið at vitja stásiliga bygningin við Marknagil

Martin Karl Olsen er settur í starv sum 1. varaskúlastjóri í Skúlanum á Fløtum frá 1. november