Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í dag eru tvey ár síðani Tórshavnar kommuna lat upp Nýskapanarhúsið Hugskotið. Og seinastu tvey árini hava støðugt fleiri íverksetarar leitað inn í húsini í Niels Winthers gøtu at fáa ráðgeving og nógv eisini innivist.

Endamálið við Hugskotinum hevur alla tíðina verið at veita vegleiðing til íverksetarar, ið ynskja at menna hugskot til veruleika. Hugskotið er haraftrat eisini til verandi fyritøkur, ið vilja menna ella vaksa um sítt virksemi.

Upprunaliga var Hugskotið ein verkætlan, sum í fyrstu atløgu skuldi vera í tvey ár. Men seinastu tvey árini hava eydnast sera væl, og heldur Hugskotið fram í øllum førum tvey ár aftrat.

Síðani húsið lat upp, hava áleið 170 íverksetarar og fyritøkur verið í Hugskotinum og fingið ráðgeving. Tey flestu eru knýtt at húsinum í eitt longri tíðarskeið. Fleiri hava eisini innivist í Hugskotinum, har íverksetarar dagliga sita og menna hugskot síni.

Jónhild Rasmussen er umsitari í Hugskotinum, og hon fegnast um ta góðu undirtøku, Hugskotið hevur fingið frá fyrsta degi. Í løtuni er fullsett í Niels Winthers gøtu. Tað merkir tó ikki, at fólk ikki kunnu seta seg í samband við húsið, tí fólk eru altíð vælkomin, hava tey onkra ráðgeving fyri neyðini.

Hugskotið veitir innivist fyri sámiligan kostnað. Fyri 1000 krónur um mánaðin hava fólk atgongd til eitt arbeiðsstað við ymiskum hentleikum, har tey eisini fáa hjálp og vegleiðing frá umsitaranum og kunnu netverka við aðrar íverksetarar. Fólk fáa í fyrsta lagi møguleika at sita í húsinum í tríggjar mánaðir. Síðani verður støðan eftirmett.

- Áhugin fyri Hugskotinum hevur frá fyrsta degi verið stórur. Bæði íverksetarar og fyritøkur hava leitað sær í Hugskotið at fáa góð ráð, vegleiðing og at hitta onnur, sum brenna fyri at skapa sítt egna, sigur Jónhild Rasmussen at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo