Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í morgun fingu skiparar, skipsførarar og maskinmeistarar handaði prógv á Vinnuháskúlanum. Borgarstjórin kom í røðu inn á broyttu arbeiðsavbjóðingarnar hjá dagsins næmingum

Í nýggja samgonguskjalinum standa mong mál, sum bæði beinleiðis og óbeinleiðis snúgva seg um Fróðskaparsetur Føroya, og í gjár kom Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, á gátt

Aðalfundurin hjá ST gevur landgrunskeiðnum hjá Setrinum, sum kallast Summer Academy on the Continental Shelf, viðurkenning í árligu havrættarsamtykt síni

- Vit hava átta næmingar, sum als einki skilja av føroyskum, norðurlendskum ella enskum. Tað eru hesi, sum vit skulu røkka við móttøkuflokkinum, sigur Hans Michael Mittúni, varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla

Tað var ein spentur og ágrýtin starvsfólkahópur, sum eftir jólafrítíðina fór undir undirvísing í Vestmanna skúla. Orsøkin er tann, at skúlin er vorðin partur av Skúlaneti, sum miðsavnar KT, net, trygd og brúkarahjálp til undirvísingarstovnar

Higartil eru tveir móttøkuflokkar við næmingum, sum fáa undirvísing í føroyskum sum annaðmál

Dagurin er altjóða minningardagur, sum ST hevur ásett. Tað eru Nám og Amnesty International, Føroya deild, ið skipa fyri degnum

Eftirlitið við kommunalum tænastum í Noregi vísir, at børn og ung í truplum korum fáa ikki hjálp og stuðul nóg tíðliga

- Tó eri eg ikki í iva um, at um vit hava færri næmingar, so verður tað munandi lættari at stuðla einstaka næminginum, soleiðis at næmingurin fær eina munandi betri undirvísing

Nú verður forskúlalíknandi tilboð á Velbastað. Tilboðið verður skipað í samstarvi millum Velbastaðar skúla og Dagstovnin á Velbastað

Fólkaskúlin kann vera sera avbjóðandi fyri næmingar við ADHD. Tað kann 25 ára gamla Anna Nolsøe Joensen skriva undir uppá

- Óttin ikki at vera partur av einum felagsskapi fyllir meiri enn óttin fyri at avrika og fáa góðan karakter til eina próvtøku

Talið á næmingunum í sertilboðunum er vaksið støðugt. Skúlaárið 2019/20 vóru 136 næmingar og hetta skúlaárið 219

- Skeiðið varðar 18 vikur, endar áðrenn jól og næmingarnir fáa undirvísing sum vit kenna tað frá øðrum skúlum, verður sagt

Hesaferð eru tað Durita Vón Vidtfeldt og Bjørk Akselsen úr 8. flokki á Skúlanum á Giljanesi, sum fara at umboða Føroyar á fólkatingi

Eftir tvey ára steðg vegna koronu, er hesin gamli siður tikin upp aftur, at øll, íð eru knýtt at skúlanum – næmingar, lærarar og onnur við - møta í kirkjuni til guðstænastu

- Fyrr hevur verið sagt, at um 7 % av fólkatalinum eru orðblind, men í dag verður sagt, at helst eru um 11 %, ið stríðast við orðblindni

Men bert 25 lestrarpláss eru tøk

Tá freistin at søkja starvið var úti í gjár, vóru sjey umsóknir komnar

Í tíðarskeiðinum frá september 2021 til oktober 2022 hevur Fróðskaparsetur Føroya verið eftirmett av einum uttanhýsis serfrøðingabólki, sum er settur av Uttanríkis- og mentamálaráðnum

Tað er ikki á hvørjum degi, at so mong sum 120 ungfólk fara at spæla klassiskan tónleik saman – og ikki minst ímóti hvørjum øðrum. Hetta er kortini tað, sum fer at henda í Klaksvík leygardagin

- Vit vita, at mentorar kunnu gera stóran mun hjá einum barni, sum stríðist við eitthvørt, sigur Ugur Kevioglu, mentorsamskipari

- Nýggja kvalitativa lesivanakanningin vísir, at næmingar í sætta flokki ikki meta seg vera nóg stinnar at lesa danskt

Fríggjadagin, 4. november, varð nýggi uppíbygningurin í skúlan á Giljanesi reistur

– Tað kann benda á, at barnagarðar og skúlar ikki nóg væl megna at útjavna sosialar munir, heldur granskari

Seinastu fimm vikurnar hevur Tom Egelund, konservator, arbeitt við at seta illa farna freskuna í durinum á háskúlanum í stand

Mánadagin 07.11.2022 kl. 14:30 bjóðar Húsarhaldsskúli Føroya til hátíðarløtu í samband við at hakin verður settur í fyri byggingini av nýggjum húsarhaldsskúla á Biskupsstøð

Nú er avtalan millum Tórshavnar kommunu og Uttanríkis- og mentamálaráðið viðvíkjandi kampusøkinum á Frælsinum undirskrivað

Heili 367 nýggir lærusáttmálar eru góðkendir fyrstu 10 mánaðirnar í 2022 og er tað met, um samanborið verður við sama tíðarskeiðið onnur ár

- Samsvar er ikki millum undirvísingina í støddfrøði í fólkaskúlanum og teir førleikar, sum PISA mátar í sínum kanningum

Í døgunum 8.- 10. november verða Læraradagar í Norðurlandahúsinum. Fyriskipari er Nám

Nú er greitt, hvør skal standa á odda fyri Fróðskaparsetri Føroya sum nýggjur rektari, tá Chik Collins leggur frá sær á nýggjárinum

Arbeitt verður víðari við at menna skipanina, sum eftir ætlan verður tikin í nýtslu á øllum skúlum og útbúgvingarstovnum í 2025

Talið á næmingum, sum aftra seg við at fara í skúla, veksur alsamt, vísa tøl frá Undirvísingarstýrinum

- Uttan at skula aftur til tann svarta skúlan, so mugu vit skapa tryggar og góðar karmar og møta nútíðarbarninum og skilja tað. Tað sigur Tóra Petersen, trivnaðarráðgevi í Námi

Hugla hevur í dag givið heiðurin “Ársins grøni skúli” til Skúlan við Løgmannabreyt. Skúlin ger nógv við at skilja rusk, og hevur á skúlastovum heimagjørt skiljiborð, sum er gjørt úr endurnýtslu tilfari

- Tað sýnist, sum tað í løtuni bara er ein háttur at fata ung og teirra lív, og tað er, at tey eru illa fyri, strongd og megna lítið

Eitt rák, ið hevur tikið seg upp seinastu árini í Danmark, eru teir mongu frískúlarnir, sum settir eru á stovn. Eitt rák, sum av álvara hevur fingið góðan byr í Danmark

Tá freistin at søkja rektarastarvið var úti fríggjadagin 7. oktober, vóru átta umsóknir komnar

Olga Magnussen er skúlaleiðari á Háskúlanum í Nesvík. Hon er útbúgvin Master i narkotika- og alkoholindsatser frá Aarhus Universitet í 2016 og sjúkrarøktarfrøðingur frá sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya í 1982

Í næstum yvirtekur Tórshavnar kommuna bygningarnar í Hoydølum, og eftir ætlan skal kvøldskúli vera í gamla høvuðsbygninginum. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, við Útvarpið

Hesa vikuna vitjar ein flokkur av designnæmingum av Vallekilde Højskole á Háskúlanum

Sjeyndu flokkarnir á Sankta Frans skúla luttaka í tveimum Nordplus-projektum. Í hesum sambandi hava næmingarnir áður havt vitjan úr Estlandi og Letlandi

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur sett Unu Joensen í starvið sum rektari á Glasi

- Hevði landsstýrismaðurin bara sagt, at eingin flokkur skal upp um 24, so høvdu vit givið so øgiliga nógvum børnum nógv betri umstøður

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, heldur, at kvalitativa lesivanakanningin er sera viðkomandi. Ljós verður varpað á bæði lesivanar og førleika og ikki minst, hvat eigur at verða gjørt

Arbeiðið at byggja høll í Kaldbak varð boðið út í innbodnari lisitatión sambært samtykt 15. desember 2021. Seks fyritøkur fingu í boði at lata inn tilboð

Stendur tað til landsstýrismannin við skúlamálum, Jenis av Rana, er skúlaárið, sum júst er byrjað, síðstu ferð, at tað eru so nógvar lýsingar eftir lærarum til tíðaravmarkað størv í fólkaskúlanum

Kappingin vardi frá 24. august til 6. september. Veðrið var ymiskt og sjálvandi var ikki altíð líka nógv at fáa. Tilsamans vórðu gjørdir 16 túrar

- Vandin við, at fleiri fólk við øðrum fakligum uppgávum enn lærarum arbeiða innan skúlagátt, kann vera, at ábyrgdin av næminginum og trivnaðinum hjá honum verður flutt frá lærarunum til hesi ymsu fakfólkini