Skúlablaðið: Seinnapartin í gjár skrivaðu Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið undir nýggja semju. Sambært semjuni hækka lønirnar soleiðis:
Tann 1. oktober í 2015 hækka mánaðarlønirnar 2,25%
Tann 1. oktober í 2016 hækka mánaðarlønirnar 1,9%
Arbeiðstíðaravtalan er dagførd, og einstakar broytingar eru gjørdar galdandi frá 1. august í 2016:
- Ásetingarnar um rættiniðurskurð í § 9 eru umskipaðar. Frá at hava fingið ávísa tíð pr. næming er tað nú ásett, hvussu nógva tíð lærari fær til at rætta hvørja uppgávu. Samstundis fer “Semja millum Mentamálaráðið og Føroya Lærarafelag um uppgávurætting” frá Summarmála í 2004 úr gildi
- Fyri at stuðla og vegleiða nýútbúnum lærarum er avtala um skipan við akkerslærara gjørd – grein 10.
- Skúlaleiðarar fáa samsýning eftir almennum reglum fyri skúlastýrisfundir.
Sáttmálin og lønartalvunar eru dagførd í mun til hesa semjuna. Eisini er flokkingaravtalan dagførd við teimum flokkingum gjørdar í sáttmálaskeiðinum (leiðslurnar í teimum stóru samanløgdu skúlunum í Tórshavn og Klaksvík).
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo