Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð samtykti herfyri at játta Lítlaskúla loyvi at reka forskúla og frítíðarskúla til forskúla. Forskúlatilboð og tilhoyrandi frítíðarskúlatilboð eru nakað dýrari í rakstri enn dagstovnatilboð til tey 6 ára gomlu.

Í 2016 eru útreiðslurnar fyri hvørt barn í barnagarði 51.413 kr. netto (uttan foreldragjald). Útreiðslurnar fyri børn í frítíðarskúla til forskúla eru 30.359 kr. netto, og útreiðslurnar fyri børn í forskúla eru 37.465 kr. Eindargjaldið fyri børn í forskúla og tilhoyrandi frítíðarskúla er í alt 67.824 kr. netto.

Kostnaðurin fyri hvørt barn í forskúla og tilhoyrandi frítíðarskúla er sostatt 16.411 kr. netto hægri enn kostnaðurin fyri hvørt barn í barnagarði.

Sum skilst verða 12 næmingar í forskúla og frítíðarskúla til forskúla í Lítlaskúla komandi skúlaár. Meirútreiðslan fyri kommununa í eitt ár er sostatt 196.937 kr. fyri 12 næmingar. Fíggjartørvurin í 2016 er fyri tíðarskeiðið august- desember í 2016, tvs. 5 mánaðir, ið gevur eina meirútreiðslu uppá 39.387 kr.

Fíggjarnevndin samtykti at taka undir við mentmálanevndini 10. februar og beina málið í býráðið, har málið varð einmælt samtykt á býráðsfundi 25. februar.

Lítliskúli hevur sostatt nú fingið góðkennning frá bæði Mentamálaráðnum og Tórshavnar býráð at hava frískúla við forskúla og frítíðarskúla. Arbeitt verður við at fáa innivist í gamla Adventistaskúlanum við Hoyvíksvegin, og væntandi er avtalan komin uppá pláss áðrenn langt um líður. Skúlin tekur enn ímóti innskrivingum til skúlaárið 2016/2017 og árini frameftir.

Til komandi skúlaár er forskúlin fult teknaður, men til ber at koma á bíðilista. Nøkur pláss eru eftir í 1. og 2. árgangi. Tikið verður eisini inn til 3. árgang, um nóg nógv tekna seg. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo