Skúlablaðið: Sankta Frans skúli, eisini róptur Nonnuskúlin enn, hevur ein væl umtóktan forskúla og eina lutfalsliga framkomna undirvísingartænastu fyri orðblindar næmingar. Skúlin hevur í høvuðsheitum høli til at hýsa eini framhaldsdeild, sum mong nú mæla til verður skipað, og við smávegis broytingum ber sum skilst til eftir summarfrítíðina í ár at bjóða næmingunum eina framhaldsdeild.
Ein stórur meiriluti av foreldrum og næmingum, sum eru knýtt at Sankta Frans skúla, vil, at næmingarnir sleppa at halda fram í 8. og 9. flokki í Sankta Frans heldur enn at ganga í tí stóra skúlanum, gamla kommunuskúlanum og Venjingarskúlanum, sum nú eitur Skúlin á Fløtum, og sum húsast í hølum um allan býin.
Hetta kom fram í eini spurnakanning millum foreldrini, har 70 prosent av foreldrunum svaraðu, og har 98 prosent av teimum, sum svaraðu, tóku undir við við framhaldsdeild í Sankta Frans. Og tað hevur altíð verið siðvenja, at næmingar í Nonnuskúlanum fóru í gula kommunuskúlan. Men so leingi Skúlin á Fløtum ikki kann bjóða foreldrunum nøktandi hølisviðurskifti, er eingin grund til senda næmingar úr Sankta Frans skúla í Skúlan á Fløtum.
Tóra Petersen, psykologur, PhD, eigur eina dóttur, sum gongur í 1. flokk í Sankta Frans skúla, og Súsanna Winther Poulsen, ergoterapeutur, eigur eina dóttur, sum gongur í 7. flokk í Sankta Frans skúla.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo