Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Nú fer hon at granska víðari

ESU hevur 45 limafelagsskapir úr 40 londum og umboðar eini 20 milliónir lesandi í øllum Evropa

Í Tórshavnar kommunu hevur verið frítt skúlaval í nógv ár. Í fjør vórðu tó nógv fleiri børn skrivað inn í Skúlan á Fløtum, enn pláss er fyri, og tí eru upptøkureglurnar nú dagførdar, sigur kommunan

Endamálið er at menna førleikar í landgrunsviðurskiftum hjá menningarlondum, og á hesum øki hava Føroyar holla vitan og royndir

Hetta er 23. ritið

Seks tilburðir eru staðfestir í 8. og 9. flokki, skrivar KVF

Stendur tað til arbeiðsbólkin, sum hevur gjørt tilmæli um fremmandamálini í skúlaverkinum í Føroyum, fáa næmingar tveir tímar í týskum í 7. flokki

Talan er um einki minni enn eitt nýbrot innan undirvísing, nú samstarv er skipað millum undirvísingina av tilflytarum í Streymoy og í Vágum

Í tilmælinum verður m.a. mælt til, at týskt verður lærugrein í 7. flokki og at næmingar á náttúrubreyt og búskaparbreyt hava eitt fremmandamál ella danskt aftur at enskum

Grøni háskúlin á Sandi fær nú nýggjan stjóra. Fyrsta desember byrjar Maud Wang Hansen í starvinum sum stjóri á Mat- & Moldmentanarháskúlanum

Tey eru um 30 í tali, bæði fólkaskúla- og miðnámsskúlalærarar, sum eru farin undir diplomútbúgving í føroyskum sum annaðmál

At styrkja næmingar við vitan um heimligt tilfeingi, er drívmegin hjá Eyðuni Gaard, stjóra í Námi

Undirtøkan á fyrsta skeiðnum hjá BSK er sera góð. 50 næmingar luttaka á hesum skeiði, ið ber heitið Bíblian

Í ár er næmingatalið í fólkaskúlanum 7.300. Fyri fimtan árum síðani var tað útvið 7.600. Størsta minkingin er í framhaldsskúlunum

1. september byrjaði Thorvald Danielsen í starvi sum sálarfrøðingur á Skúlatrøð. Talan er um eina slóðbrótandi verkætlan, tí ongantíð áður hevur sálarfrøðingur, av hesum slag, verið í starvi í fólkaskúlanum

Verjan gekk sera væl, og metingarfólkini spardu ikki uppá lýsingarorðini: Framúrskarandi, frálíkt filosofiskt arbeiði, sera týðandi gransking. Ein av próvdómarunum endaði við at bjóða henni við í ein granskingarbólk í Oslo

Samfelagnum tørvar fleiri sjúkrarøktarfrøðingar, og nú fer Setrið at taka lesandi inn tvær ferðir árliga, og 25 lestrarpláss verða sostatt tøk í januar

Í ár vann 6. a í Sankta Frans Skúla fiskikappingina “Á flot við Westward Ho”og ein næmingur úr Skúlanum á Fløtum vann kappingina um størsta fiskin. Steypahandan var á skúlunum í morgun

Í dag var Nem røðin lægd fram í Námi, nú tólv bøkur eru komnar og røðin er fulfíggjað. Bøkurnar og tilfarið er til miðdeild í føroyskum

Í gjár var seinasta freist hjá teimum 148.000 starvsfólkunum í skúlunum í stórbýnum at hava fingið minst annað prikið - annars mugu tey vera heima

- Í grundini áttu allir útbúgvingarstovnar, allar fyritøkur og øll virki at lagt seg eftir at lýsa nógv og væl við tí, tey kunnu bjóða

Týsdagin 28. september kl 15:00 verður útgávutiltak í Námi, nú tólv bøkur eru komnar í røðini Nem. Røðin, sum er til miðdeild, tað er 3.-6. flokk, er nú fulfíggjað og klár at brúka til allar flokkar í føroyskum

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Rudi Olsen í starvið sum fyrstalærara í Kvívíkar skúla

- Munurin á at geva tøl og bókstavir er, at við tølunum kanst tú rokna eitt miðaltal út, meðan tú við bókstavum ikki kanst

Merkið varð vundið á stong bæði við skúlan í Hovi og við Miðnámsskúlan í morgun, nú serbreytin hevði sín fyrsta skúladag

Eitt margháttligt mál hevur tikið seg upp í kjalarvørrinum av setan av nýggjum skúlastjóra við Vestmanna skúla

Í dag var árliga tiltakið Markleys útbúgving á tímatalvuni hjá landsins elstu miðnámsskúlanæmingum, sum skulu velja sær vegin fram

Í august gav Gunnar Restorff, professari á Náttúruvísindadeildini, eina grein út í høgt metta tíðarritinum, Duke Mathematical Journal, saman við øðrum. Hetta er úrslit av greinarøð, ið byrjaði fyri fleiri árum síðani, og veruliga tók dik á seg í Hawaiioyggjum í 2015

Alis tekur við starvinum sum skúlastjóri í Vestmanna skúla tann 20. september 2021

Í morgun fóru 31 miðnáms- og fólkskúlalærarar úr øllum landinum undir at taka diplom í føroyskum sum øðrummáli

Hugleiðing um Glasir og sandlist eftir Napoleon Smith

Á skrivstovuni hjá Føroya Lærarafelag hava tey ein varhuga av, at tað hevur gingið betur í ár hjá nýútbúnum lærarum at fáa starv samanborið við eitt nú í fjør

Í síðstu viku varð sjøtul settur á Skúlaleikir, tá út við 50 ítróttarlærarar úr øllum landinum savnaðust í Høllini á Hálsi í Havn til ástøðiligara og praktiska undirvísing. Næsta stigið er at skapa rørslugleði og samanhald úti í skúlunum

Á tiltakinum hjá Ocean Cluster Faroes hesu ferð verður teldutøka undirvísingartilfari um burðardygga fiski- og alivinnu, ið Nám, Tøkni og Sjókovin hava gjørt til fólkaskúlan, lagt fram

- Er fólkaskúlin veruliga fyri øll? Hvat er tað sum ikki fungerar við verandi skipan? Er játtanin á fíggjarlógini hjá Løgtinginum til skúlarnar ov lág og, um so er, hvussu nógv eigur hon at verða hækkað?

Ann-Elisabeth hevur tikið við nýggjum námsfrøðiligum seniorstarvi hjá Tórshavnar kommunu við staðseting á Fløtum

- Tann logi teg birti í dirvi, og lunnar legði um land, skal loga, tá løtan er stirvin og uppaftur birta tín brand

- Bløðini styðja beinleiðis upp undir endmálið við verkætlanini Føroyar lesa, sum er at fáa allar føroyingar at lesa

Bæði størvini verða væntandi sett í næstum

Í dag var fyrsti dagur hjá 275 nýggjum lesandi á Fróðskaparsetrinum, sum nú hevur 1039 lesandi tilsamans

Hóskvøldið 22. juli helt Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) sín árliga aðalfund í Aulini á Finsen. Á skránni var ársfrágreiðing, broytingaruppskot, framløga av yvirlýsing og val av ráði

Í flokkunum, har fjarlestraundirvísing er, er púra natúrligt, at næmingar eru við á einum skíggja aftast í skúlastovuni, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri

Av teimum fara 40 í frískúla

Sissal V. Erenbjerg, PhD-lesandi og granskari á P/F Fiskaaling, hevur fingið 940.000 krónur frá Granskingarráðnum til verkætlanina Forritan av fjarðamyndlinum FarCoast og háavrikandi teldumegi

- og tey seinastu av teimum hava fingið svar í dag

- Í summar hava Christelle Nivoix og Clement Buttarelli, sum eru djóralæknalesandi á veterinerskúlanum í Toulouse í Fraklandi, verið í starvsvenjing á Havstovuni í seks vikur

- Er samsýningin í lagi fyri at vera próvdómari? spyr Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Leiv Frederiksen í starvið sum fyrstalærara í Velbastaðar skúla

Lestrarskrivstovan á Fróðskaparsetrinum hevur í dag givið 313 av teimum 455 umsøkjarunum tilboð um lestrarpláss

Granskarar á Fróðskaparsetri Føroya góvu 299 vísindaligar greinar út í fjør. Av teimum vórðu 152 útgivnar í javnlíkamettum, altjóða vísindaligum tíðarritum