Fróðskaparsetrið: Kl. 12 í dag varð tendrað fyri elektroniskum umsóknarblaði á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetri Føroya. Hetta er fyrstu ferð, at tey, ið ætla sær at lesa á Setrinum, hava møguleika at søkja beinleiðis á teldutøkum umsóknarblaði, ið ikki skal skrivast út.
– Hetta er ein sjálvsagdur liður í at nýmótansgera Setrið, sigur Jørgen Meitilberg, fyrisitingarstjóri á Setrinum.
Hann vísir á, at talið av lesandi er vaksandi, og tað setur størri krøv til fyrisitingina.
– Nú umsóknirnar verða elektroniskar, so fara vit í stóran mun at sleppa undan pappíri, og tað verður eisini nógv ómakaleysari og skjótari at viðgera umsóknirnar, sigur fyrisitingarstjórin.
Í fyrsta umfari eru elektroniskar umsóknir til tey, ið søkja inn eftir kvotu 2, har umsóknarfreistin er 15. apríl. Jørgen Meitilberg upplýsir, at fyrsta dagin verða elektronisku umsóknarbløðini til kvotu 1 eisini tøk.
Tað verður kortini framvegis møguligt at senda pappírsumsóknir inn til Setrið hjá teimum, sum heldur vilja tað, ella sum av einihvørjari orsøk ikki hava umstøður at senda elektroniska umsókn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo