Fróðskaparsetrið: Eftir at hava verið heima við børnum og síðani arbeitt í barnagarði, fór 36 ára gamla Astrid í Garðastovu á Fiskivinnuskúlan. Hon verður liðug í summar og ætlar sær at lesa á Setrinum eftir summarferiuna.
Fyrsta dagin sendir hon Setrinum eina kvotu 2-umsókn, tí hon roknar við, at hennara arbeiðsroyndir kunnu gera mun.
– Eg havi altíð havt áhuga fyri náttúruni, so lívfrøði er tað, sum eg havi bestan hug til. Eg fari at søkja havlívfrøði sum ovastu raðfesting, sigur Astrid.
Eftir at hava verið burturi frá skúla í so mong ár, so roknar Astrid við, at tað verður ein stór avbjóðing at lesa tað mesta á enskum.
– Mær dámar eisini væl at arbeiða við fólki, so eg søki eisini sjúkrarøktarfrøði, sigur Astrid.
Freistin at søkja eftir kvotu 2 er 15. apríl.
Mikudagin 6. apríl verður kunningarfundur um kvotu 2-umsóknir. Talan er um tvey eins kunningarumfør, tað fyrra byrjar kl. 16.15, tað seinna kl. 17.15. Kunningin verður á Lestrarskrivstovuni hjá Setrinum í J. C. Svabos gøtu 7 frá kl. 16.15 til 18.00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo