Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fuglafjarðar kommuna: Fuglafjarðar kommuna hevur samtykt at fara undir at byggja ein nýggjan barnaskúla í Fuglafirði. Á býráðsfundi 28. januar 2016, samtykti eitt einmælt býráð bygginevnd og arbeiðssetning fyri bygging av barnaskúla.

Bygginevndin, ið er sett av Fuglafjarðar býráð, skal koma við einum tilmæli um, hvussu skúlin skal útbyggjast.

Í fyrstu atløgu er talan um ein barnaskúla við grunddeild og miðdeild, við hølum til tónleik, herundir musikkskúla og hornorkestur, heimkunnleika umframt felagsøkir.

Í aðru atløgu er talan um møguliga útbygging av hádeild.

Bygginevndin skal mæla til eina byggiskrá, sum lýsir tørvin og øll viðkomandi viðurskiftir til politiska støðutakan.

Tey, ið manna bygginevndina, eru hesi:

• Eyðun á Lakjuni, formaður í mentamálanevndini
• Ólavur Thomsen, skúlastjóri
• Pætur Joensen, býarverkfrøðingur
• Rønn Eliasen, leiðari á mentanarøkinum
• Fía Jacobsen, lærari
• Guðny Vang, skúlastýrisforkvinna

Formaður í bygginevndini verður Eyðun á Lakjuni, ímeðan Rúni Abrahamsen, arkitektur verður ráðgevi hjá nevndini.

Byggiskráin skal verða liðug innan 1. juni 2016. Bygginevndin er farin til verka og hevði sín fyrsta fund mikudagin 3. febuar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo