Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- 29 skúlar hava teknað tilsamans 618 fjórðafloksnæmingar at vera við, sigur Tóri Slættalíð, KT-ráðgevi í Námi, sum í vár skipaði fyri skeiði fyri áhugaðum lærarum

Fróðskaparsetrið hevur seinastu trý árini verið partur av BuSK verkætlanini, sum hevur vunnið Arctic Award heiðurslønina 2019 í bólkinum “Sustainable use of resources”

Tað er fastur táttur, at í september verður skipað fyri fiskitúrum við næmingum í 6. flokkunum í Tórshavnar kommunu

Mánadagin 30. september 2019 var stjóraskifti á Føroya fólkaháskúla

Eftir happingarkanningina í 2015 varð álagt øllum skúlum at orða eina trivnaðarætlan, sum hevur til endamáls, at allir næmingar trívast. Nýggja kanningin av happing staðfestir, at næmingar kenna ikki trivnaðarætlan skúlans

Jógvan Poulsen er í dag lærari í e-sporti. Tá ið hann var ungur drongur, spældi hann teldupæl frá morgni til myrkurs

Jenis av Rana, landsstýrismaður í Uttanríkis- og mentamálum, hevur gjørt av at seta Jón Johannesen í starvið sum skúlastjóra í Tvøroyrar skúla frá í dag at rokna

Hans Andrias Sølvará verður tilnevndur professari í søgu á Fróðskaparsetri Føroya 1. oktober 2019

Jákup Andreasen, sum seinastu 30 árini hevur verið skúlastjóri á Miðnámi í Vestmanna hevur valt at fara úr starvi um ársskiftið, og hevur Uttanríkis- og mentamálaráðið gingið umbøn hansara á møti

Vánaligu arbeiðsumstøðurnar í fólkaskúlanum gera, at nógv læraralesandi velja frí- og privatskúlar fram um fólkaskúlan í Danmark

Bjørn Kunoy tilnevndur adjungeraður professari í altjóða lóg frá 1. oktober 2019

Tað heldur Vár í Ólavsstovu, sum undirvísir í føroyskum á Námsvísindadeildini. Hon er av teirri fatan, at ov stutt tíð verður sett av til eitt so krevjandi fak

Tað er ikki á hvørjum ári, at ein nýggjur prestur fær eina søguliga, mentanarliga, afturlítandi og samstundis góða móttøku undir eini og somu gudstænastu

Tað eru mentanardagar í Sunda kommunu í hesum døgum, og í tí sambandi bjóðar kommunan øllum at síggja, hvussu langt byggingin av nýggja skúlanum við Streymin er komin

Í dag hava tríggir maskinmeistarar fingið prógv handað á Vinnuháskúlanum

- Fyri at vita hvussu atburðurin hjá veljarum er, gjørdu eldru næmingarnir í Lítlaskúla eina eftirvalskanning

Tvøroyrar skúli og Varðin Pelagic hava sett í verk eina royndarverkætlan, har 8. og 9. floksnæmingar í Tvøroyrar skúla fáa í boði at koma í dagstarvsvenjing hjá Varðanum Pelagic

Bogi Bech Jensen, sum seinastu fýra árini hevur verið rektari á Glasi, hevur sagt seg úr starvi. Mentamálaráðið fekk uppsøgnina í gjár og hevur gingið henni á møti

- Man skal hugsa meira um avbjóðingarnar hjá børnum, tá tey eru heilt smá. Men tað er so ringt at fáa eyga á hesar avbjóðingarnar, tá man ikki kennir til tær, sigur Barbara Nattestad, námsfrøðingur

Landsverk vil ikki gjalda, tí ósemja er við handverkararnar um arbeiðið, sum er gjørt, skrivar KVF

Nýggjur heilsuhjálparaflokkur við 22 næmingum byrjaði á Heilsuskúla Føroya í dag

Landsverk manglar enn at gjalda rokningar fyri millum 10 og 20 milliónir krónur til fyritøkur í samband við skúlabyggingina í Marknagili, skrivar KVF

97 prosent av lærarunum í Danmark halda seg hava tamarhald á órógvandi atferð í flokkinum; tað er nógv fleiri samanborið við talið av lærarum í øðrum londum

Áhugin er sera stórur at útbúgva seg sum ferðaleiðari í Føroyum. Mikudagin í hesi vikuni byrjaðu 25 fólk á einum nýggjum ferðaleiðaraskeiði á Miðnámi í Vestmanna

NRK hevur eina mynd av parkeringsplássinum uttanfyri ein skúla í Alta, har einir 20-30 UTV-ar hjá næmingunum standa parkeraðir

Tilmeldingin til skúlaárið 2019/20 hjá Tórshavnar Kvøldskúla letur upp mánadagin 26. august kl. 18.00 og endar sunnudagin 1. september 2019

Næstan 100 børn í aldurinum 6 til 14 ár luttóku, tá FSF hósdagin og fríggjadagin, í samstarvi við 07 Vestur, skipaði fyri fótbóltsskúla í Sørvági

Sum liður í arbeiðnum at skapa eitt framúr umhvørvi fyri læring verður royking nú bannað á øllum økjum kring Glasir. Roykibannið er sett í verk eftir tilmæli frá Fólkaheilsuráðnum

Vágs kommuna setti tíðliga í summar á stovn Musikkskúlan í Vági og søkt varð eftir leiðara. Og nú er greitt, at Fiona Parker verður leiðari fyri Musikkskúlan í Vági

Í sambandi við, at nýggi musikkskúlin við Landavegin verður tikin í nýtslu, bjóðar Tórshavnar kommuna saman við Tórshavnar Musikkskúla til alment hátíðarhald við røðum og tónleiki í skúlanum í morgin, fríggjadagin 16. August, kl. 16

Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu nógv børn byrja í 1. flokki, nøkur ár táttar tað í 770, og onnur ár hevur tað verið um 670. So skúlaárið, sum nú byrjar, er talan um vanliga tilgongd

- Talið á fremmandamæltum næmingum í fólkaskúlanum økist støðugt, og hetta er ein stór avbjóðing í fólkaskúlanum

Ferðin til Kroatia hjá einum skulaflokki í Klaksvík var bíløgd gjøgnum We Travel, sum nú er farið á heysin, og nú er helst allur peningurin mistur

- Nú 150 ára dagurin hjá læraraútbúgvingini í Føroyum nærkast, er eitt gott høvi at fáa útbúgvingina aftur á beint

Viðmerking til tíðindi í útvarpinum 26. juli kl 12.20 og 18.00 í sambandi við lærugreinirnar týskt og enskt á miðnámi

Tá ið tú lesur tekst á mobilini viknar konsentrasjónin og tú gerst ótolin

Fyri fýra árum síðani var ein av fimm næmingum í Halsen framhaldsskúla í Trøndelag tikin út úr flokkinum til serundirvísing. So hálsaði skúlin um og broytti mannagongdirnar

Í dag fáa tilsamans 286 umsøkjarar til útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum boð um, at tey eru upptikin til lestur

Trine Camilla Joensen heldur fram í tíðaravmarkaðum starvi sum fyrstilærari í Velbastaðar skúla

Skúladepilin í Marknagili kostaði fleiri 100 milliónir meira enn ætlað og var 5 ár seinkaður. Sendingin "Glasir" fer heilt aftur til 2008

Mikudagin 26. juni var prógvhandan á Glasi, har 23 lesandi fingu prógv

- Tað sýnist rættiliga løgið, at talgildu miðlarnir skulu vera bannaðir í dagstovnum, meðan tað er í lagi, at teir verða brúktir í skúlum

Í farnu viku byrjaðu fyrstu føroysku vinnukavararnir, at útbúgva seg innan kaving við luftveiting frá vatnskorpuni

Ávirkanin av enskum á føroyskt talumál er stór, og hon er serliga stór í málinum hjá børnum og ungum

- Tað týdningarmesta er at lurta eftir barninum og finna loysnir, sum taka støði í barninum og tí, sum barnið kann góðtaka, sigur mamma

Tá ið freistin at søkja lærarastarv í Skúlanum á Fløtum var úti fyri eini viku síðan, vóru 42 umsóknir komnar, harav 38 skikkaðar. Hetta er heldur færri samanborið við í fjør

Á Kambsdali hava ikki færri enn fýra prógvhandanir verið farnu vikuna. Fýra smærri og størri hópar hava fingið prógv á teimum fýra útbúgvingunum skúlin bjóðar

Seinnapartin í gjár var hátíðarløta í Vági, tá 17 námsfrøðingar fingu prógv á Fjarlestrardeplinum í Vági

Í dag var prógvhandan á Miðnámi í Vestmanna, har næmingar fingu prógv, sum hava gingið á gymnasialu tilfeingisbreytini seinastu 3 árini

Í gjár var prógvhandan úti í Grøv; veðrið var av tí allar besta, og nógv vóru komin at hátíðarhalda nýfloygdu pisurnar á Tøknibreytini