Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Landsstýriskvinnan sigur, at ætlanin er at hækka játtanina til lestrarstuðul við áleið 6 mió. kr. árliga komandi trý árini

Ein stórur dagur í føroyskari byggisøgu fór fram í gjár, tá reisigildi varð hildið á Glasir við Marknagil, sum er Føroya størsta byggiverkætlan nakrantíð

Talið av umsóknum er 563, ið er 184 fleiri enn í fjør. Nýggjar útbúgvingar eru ein partur av orsøkini

Á lítlari samkomu á Skúlatrøð vórðu sáttmálarnir við ymisku veitararnar undirskrivaðir. Samlaða verkætlanin kostar góðar 100 mió. kr., og skal byggingin standa liðug til skúlabyrjan í august 2018

- Tað er sunnumorgun í býnum Ningbo í Landsynningskina. Vit eru á einum unversiteti í býnum, og á pallin í stóra salinum trein í gjár ein føroyingur, og í dag ein annar at fáa prógv handað

Í mai 2016 vóru 3 feløg/samtøk undangóðkend til at bjóða uppá verkætlanina í innbodnari licitatión. Í gjár 29. juni 2016 var licitatión uppá høvuðsarbeiðstøkuna

Depilsráðið hevur á fundi 20. juni 2016 skipað seg við Sigurði Ó. Vang sum formanni og Magnusi Magnussen sum næstformanni

- Lærarafelagið hevur ongantíð áður fingið so nógvar fyrispurningar og hjartasuff frá skúlaleiðslum sum í ár

- Eitt førleikaprógv kann hava alt at siga hjá teimum, sum ikki megna eitt vanligt fólkaskúla- ella miðnámsskúlaprógv, sigur Sonni Óli Djurhuus, skúlastjóri í Skúlanum við Streymin

Tey, ið fingu prógv handað vóru: Sveinar innan el, timbur og maskin. Tekniskt Yrkisnám 4 innan el, metal og timbur. Eisini fingu Klædnaatstøðingar, Tilvirkisatstøðingar, Byggitøkningar og Byggifrøðingar handað prógv

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, ið er formaður í stýrisbólkinum fyri skúlabyggingina, fegnast um, at tilboðini lógu nakað undir metingunum, ið ráðgevararnir annars høvdu gjørt

Hósdagin, 23. juni vóru prógv handaði næmingum á gymnasialu tøknibreytini. Gestarøðari var Petur Martin Hansen, sum sjálvur tók HT-prógv í 90'unum

Fríggjadagin, 24. juni 2016, fingu 31 lesandi prógv handað á Vinnuháskúlanum. Fitt av fólk vóru komin saman, fyri at luttaka í prógvhandanini á skúlanum

Útbúnir eru 7 skipsatstøðarar. 5 teirra hava eisini tikið dugnaskaparprógv í sigling

Hósdagin 23. juni var prógvhandan á Fiskivinnuskúlanum, har 19 næmingar fingu gymnasialt miðnámsprógv á tilfeingisbreytini. Tey eru samstundis tey fyrstu nakrantíð, sum fáa eitt slíkt prógv, síðan nýggja gymnasiala miðnámsskipanin fór av bakkastokki í 2013

Nýggja tilvirkisútbúgvingin á Tekniska Skúla í Havn hevur gingið væl. Í morgin fáa tíggju teir fyrstu næmingarnir prógv

Júst árið í ár er serstakt. Hetta er fyrsta próvhandan á nýggja skúlanum Miðnám á Kambsdali, sum bleiv veruleiki, tá Studentaskúlin og Handilsskúlin blivu lagdir saman síðsta summar

Tað gongur eftir ætlan við verkætlanini at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í miðbýnum í Klaksvík

Tórshavnar kommuna letur upp lestrarhøli í miðbýnum mánadagin 27. juni. Lestrarhølini eru á Býarbókasavninum á ovastu hæddini, liggja væl fyri við sjálva gongugøtuna og í summar verður hæddin latin lesandi burturav

Mikudagin klokkan 17 verður pisufundur á Sandinum í Syðrugøtu

Teir 19 næmingarnir, sum fáa prógv á Fiskivinnuskúlanum hósdagin 23. juni kl. 14, eru tey fyrstu, sum taka prógv á tilfeingisbreytini. Tískil skriva tey føroyska skúlasøgu

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur sett Nomi Jacobsen í starvið sum skúlastjóri í Vestmanna Skúla

Judith í Skorini Jacobsen, lærari, og Marjun í Jákupsstovu, námsfrøðingur, í forskúlanum, ivast ikki í, at forskúlin er ein góður háttur at menna og gera børnini skúlabúgvin

Hesir tólv maskinsmiðulærlingarnir fingu prógv á Tekniska Skúla í Klaksvík í dag

Tá næsta skúlaár byrjar er lagamanni at taka amerikanska forsetavalið við í undirvísingina. Nýggja temasíðan á Snar er um forsetavalið, sum verður í USA hin 8. november

Í gjárkvøldið setti ein meiriluti í býráðnum fram eitt broytingaruppskot um Santa Frants skúla

Seinnu árini er nógv ljós varpað á orðblindi í fólkaskúlanum; í høvuðsheitum á vantandi kanningartilfar, vantandi hjálp til teirra, ið eru orðblind, og vantandi tímar til teirra, ið undirvísa orðblindum

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur sett Finn Thomsen í starvið sum skúlastjóri í Tvøroyrar Skúla

Bergur hevur starvast sum adjunktur á Føroyamálsdeildini síðani 2012. Í 2015 gjørdist hann ph.d. í bókmentum við ritgerðini Er heima til? Ein tekstástøðilig og bókmentasøgulig viðgerð av ferðafrásagnum Kristians Osvald Viderø

Í summar taka væntandi 98 lesandi prógv á Fróðskaparsetri Føroya – 95 taka bachelorprógv og 4 masterprógv

Ein KT-verkfrøðilesandi á Fróðskaparsetri Føroya er kosin at vitja risastóru tele-fyritøkuna Huawei og at fáa innlit í nýggja tøkniliga menning á tele-økinum

Nú hava Vodafone og Huawei gjørt av, hvør setursstudentur tað verður, sum skal til Kina í summar saman við studentum úr øðrum evropeiskum londum

Í dag er ein heilt serligur dagur á Miðnámi á Kambsdali. Fyrsta pisan fekk húgvuna í morgun og hetta er samstundis fyrsta pisa á nýggja samanlagda skúlanum

- Skiftið frá barnagarði til skúla er ovurstórt. Eftir einum degi verða stór krøv sett barninum. Krøv, sum barnið ofta ikki skilir, sigur Bjørghild Djurhuus, sum staðiliga mælir fólki frá at leggja tey góðu próvtølini hjá børnum sínum á Facebook

- Tað er eingin ivi um, at verða sálarfrøðingar settir í skúlaverkinum, so kunnu vit fyribyrgja nógvum seinskaðum, sigur Suni Poulsen, sálarfrøðingur

Borgarstjórin Heðin Mortensen handaði prógvini í gjárkvøldið, tá fimm nýggir klædnastylistar fingu handaði prógv í Posthúskjallaranum. Í stuttari røðu førdi borgarstjórin fram, at føroyska útbúgvingin er á sera høgum altjóða støði

- Lærarafelagið mótmælir harðliga, at Mentamálaráðið gevur einum av limum okkara boð um ikki at úttala seg alment um skúlabygnaðin í hansara egna skúla

Alexandria Vera (t.v) mátti møta í rættinum í Harris County fríggjadagin 3. juni. Hon gjørdist við barn við einum 13 ára gomlum næmingi

Undirvísing, venjingar, fyrilestrar og útferðir eru á skránni, tær tríggjar vikurnar, summarskeiðið varir

Tá ið ung ikki búgva saman við báðum foreldrum, ávirkar tað viðurskiftini við foreldrini, har tey ikki búgva. Tey ungu, sum eru ónøgd við sambandið við foreldrini, har tey ikki búgva, eru oftari einsamøll, kedd og erkvisin

Svarið er ja, um vit samanbera próvtøkumet við ársmet, sum hvør næmingur fær í somu lærugrein í sama skúlaári. Tað vísir ein kanning, sum er gjørd á Føroya Handilsskúla

Í tíggjunda Miðnámsriti eru seks greinir og hevur Tórður Johannesarson eina grein um próvtøl, har víst verður á, at næmingar og lærarar hava lyndi til at leggja í so stóran dent á próvtøl, og at hetta kann forða fyri læring

Frá 1. august 2016 er Harald W. Knudsen settur sum námslektari í støddfrøði við atliti at náms- og undirvísingarfrøði á Fróðskaparsetrinum/ Námsvísindadeildini

- Lærarafelagið fær á hvørjum ári fyrispurningar og áheitanir frá limum um at gera nakað við misbrúkið av tíðaravmarkaðum setanum. Nógvir lærarar verða settir undir álvarsligt trýst í hesum døgum

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur sett Depilsráðið á Glasi

Orsøkin til vánaliga úrslitið skal neyvan finnast í manglandi førleikunum hjá næmingunum. Nógv heldur skal orsøkin finnast í manglandi førleikunum hjá teimum, sum hava royndirnar um hendi

Í Føroyum hevur bólkurin Green Growth úr Glasi, Marknagil, fingið Mikrolegatið. Rigmor Dam, landsstýriskvinna, helt røðu og handaðu teimum legatið í Mentamálaráðnum

Nú í summar bjóðar Tórshavnar kommuna lesandi at sita á Býarbókasavninum. Lestrarhølini verða á ovastu hæddini, og í summar verður hæddin latin lesandi burturav

Frá komandi skúlaári fær hvør einasti nýútbúni lærari eitt kontaktfólk knýtt at sær; viðkomandi hevur til uppgávu at seta tann nýútbúna læraran inn í øll viðurskifti í skúlanum

- Roynir Tórshavnar býráð ikki í hesi vikuna at mæla til at broyta skúlasamtyktina frá 2012, verður eingin framhaldsdeild í Nonnuskúlanum í Havn skúlaárið 2016/17. So tey føgru orðini á meldursfundinum 17. mai verða verandi føgur orð