Skúlablaðið: Nám, sum hevur gjørt eina temasíðu um móðurmálið, heitir í hesum sambandi á skúlar í landinum at leggja sær móðurmálsdagin í geyma, ikki bara í móðurmálsundirvísingini, men í øllum lærugreinum, so næmingar verða kunnaðir um viðurskifti, sum elvdu til, at vit í dag hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti.
Ætlanin er at hava eitt kvøld við evninum Ung og (films)mál tann 31. mars kl 19 í Nýggjustovu í Havn. Umframt verður móðurmálsvika í september, har fokus verður sett á ungdómsmál.
Tað ber til at lesa meiri um Móðurmálsdagin og ymiskt í sambandi við henda dagin og móðurmálið her: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo