Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fríggjadagin verður stóra finalan í SkúlaFM, har skúlanæmingar í framhaldsdeildini kring landið fara at kappast um at vinna Gullfræið frá Íverksetarahúsinum.

SkúlaFM er árliga kappingin fyri skúlanæmingar í 9. og 10. flokkum kring landið, har næmingarnir sleppa at royna seg við ítøkiligum vinnuligum verkætlanum. Síðan august hava næmingarnir fingið undirvísing í íverksetan, og teir hava arbeitt leingi við sínum verkætlanum.

Næmingarnir hava lært at arbeiða við egnum hugskotum, og hava síðani ment hugskotið frá tanka til lidna vøru ella tænastu, sum skal kunna seljast ella veitast øðrum. Í hesum arbeiði hevur tað avgerandi týdning, at næmingarnir skilja, hvørji virði verða skapt í nýggju vøruni, og hvørjir brúkarar fáa ágóða av virðunum, ið vøran hevur. Eisini, at næmingarnir læra at geva vøruni eitt snið ella búna, sum vekir áhuga, at duga at lýsa vøruna alment og leggja hana fram.

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, setur finaluna í Norðurlandahúsinum fríggjamorgunin 4. mars. Í finaluni leggja næmingarnir fram fyri einum dómarapaneli, sum velur bestu verkætlanina. Tónleikaframførslur verða eisini.

Tað eru tey ungu, sum skulu mynda framtíðarsamfelagið, og tí er umráðandi, at tey í undirvísingini kunnu menna síni evni at síggja nýggjar møguleikar, og at tey fáa amboð at taka við avbjóðingum, sum samfelagið setur.

SkúlaFM er eitt samstarv millum Íverksetarahúsið, Mentamálaráðið og skúlarnar. Tiltakið byrjar fríggjamorgunin 4. mars 2016 klokkan 9.30 í stóru høllini í Norðurlandahúsinum og heldur fram til á middegi.

Vinnandi bólkurin fær ein kekk uppá kr. 5.000, sum Eik hevur latið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo