Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur tikið avgerð um, at FHS Yrkisnám skal verða eitt av útbúgvingartilboðnum til suðuroyingar komandi skúlaár.
FHS er støðisútbúgving í fyrisiting, handli og skrivstovu, sum tekur eitt ár. FHS er sett saman av yrkislærugreinum og almennum lærugreinum. Flest allar lærugreinirnar enda við C stigi.
Eftir staðið FHS kann farast undir yrkisútbúgving innan skrivstovu ella handil.
Við rættari samanseting av yrkislærugreinum í FHS Yrkisnámi er eisini møguleiki at fara inn á annað árið á búskaparbreytini, sum eftir tveimum árum kann geva eitt gymnasialt miðnámsprógv.
Útbúgvingin verður skipað sum dagundirvísing. Tað verður Miðnámsskúlin í Suðuroy sum skal standa fyri hesum tilboði, sum rættar seg til fólk í øllum aldri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo