Flkeiri amerikanskir miðlar hava í hesum døgum víst vakmyndir frá einum skúla í USA, har ein kvinnuligur lærari er í so harðlig við ein fýra ára gamlan nøming, skrivar danska TV2.
Talan er um lærarinnuna Amelia Stripling., og myndirnar eru frá 17. mars í specialskúlanum Tift County Pre-K Center, í býnum Tifton, Georgia.
Lærarinnan hevur starvast í tí amerikanska skúlaverkinum í 20 ár, og hevur eisini vunnið eina virðisløn fyri at vera ein 'framúr góður' lærari.
Amelia Stripling valdi longu dagin eftir almannakunngerðina av upptøkunum at siga seg úr starvinum á Tift County Pre-K Center og meldaði seg samtíðis til lokalu løgregluna, eftir at tað, sambært amerikanskum miðlum, vóru send út handtøkuboð. Eingin miðil hevur enn fingið eina viðmerking frá henni, skrivar TV2.
Talskvinna fyri skúlan, Stacey Beckham, hevur sagt, at drongurin ikki hevur fingið nakran álvarsaman skaða, og leggur afturat, at skúlin hevur eitt vitni, sum váttar, at Amelia Striplings knæ-í-ryggin var við vilja og harðskapur.
Tift County Pre-K Center hevur síðani hendingina strika læraraprofilin hjá Ameliu Stripling av heimasíðuni hjá skúlanum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo