Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í dag hava níggju næmingar staðið endaligu royndina á føroyska vinnukavaraskúlanum

Jacob Eli S. Olsen, sum hevur verið formaður í felagnum seinastu trý árini, bjóðar seg fram aftur. Eingi mótvalevni eru, og tí heldur hann fram komandi trý árini

Søren Martin Johannesen lesur sjúkrarøktarfrøði, og hann hevur eini boð til aðrar menn: Søkið lestrarpláss, tí so fáa tit fakligar og persónligar avbjóðingar og eina ørgrynnu av arbeiðsmøguleikum innan- sum uttanlands

Í samband við verkætlanina hjá skúlanum á Skúlatrøð, har endamálið er at savna pening til børn í Ukraina, eru næmingar í dag til arbeiðis hjá Klaksvíkar kommunu

Tað er eitt ótal av dømum í próvtøkustílum hjá næmingum í 9. flokki, ið vísa ótryggleikan, ið valdar, tá ið fyrisetingar skulu skrivast, skrivar Skúlablaðið

Vantandi samskifti millum Heilsuskúlan í Suðuroy og myndugleikarnar, vóru orsøkin til misskiljingar um ætlanirnar hjá skúlanum, skrivar KVF

Hósmorgunin 31. mars var stórt vinnutiltak úti á Glasi, ið var ein blanding av “Vinnan vitjar” og Vinnulívskunning fyri øllum næmingum og lesandi á Glasi

Тут «Нам» у співпраці та з дозволу українського видавництва підручників Видавництво «Ранок», зібрав добірку найважливіших навчальних матеріалів для учнів початкової школи

- Eg kundi hugsað mær nógv meiri kunning og upplýsingar og kanska neyvari vegleiðing og ráðgeving um, hvussu vit kunnu gera, sigur Berlys Toftadal, skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla, sum hevur nógvar tilflytaranæmingar

Umleið 20% av øllum næmingum hava tørført við at læra at rokna, og ein triðingur av hesum er talblindur. Fyrr varð hildið, at tey, ið ikki dugdu at rokna, høvdu lágan intelligens, men so er ikki

Tað gjørdist ‘Broddi’, sum vann ársins útgávu av kappingini ‘Ungt Virki’. Á øðrum plássi var ‘Safedrive’, ‘Plagga’ gjørdist nr. 3, meðan ‘eFishient’ fekk eitt herðaklapp frá dómsnevndini

Frítíðarskúlin Smílibýlið skipaði hósdagin fyri stórari talvkapping millum frítíðarskúlarnar í Tórshavnar kommunu. 16 lið úr 7 frítíðarskúlum luttóku, meiri enn 100 børn tilsamans

Danska TV 2 vísti í kvøld fyrra part av dokumentar-sendingini "Flugten til privatskolen" har tað millum annað var sagt, at um fimti hvør næmingur velur frí- ella privatskúla heldur enn fólkaskúlan

Eftir ætlan skuldi Eysturskúlin í Havn fara undir forskúla frá komandi skúlaári; ætlanin er skotin út eitt skúlaár, sigur skúlastjórin

Nú fríggjadagin 25. mars verður tiltakið Ungt Virki í Atrium á Glasi

- Hóast Føroyar bert hava verið við einaferð, er okkara luttøka lutvíst hin størsta í Norðurlondum. Og tað er bara okkara ágrýtnu lærarum fyri at takka

Mikudagin 16. mars í ár fara fleiri túsund børn og ung í Føroyum, Finnlandi, Svøríki, Íslandi, Danmark og Noregi at arbeiða við listaligum virksemi og gera tað sjónligt í almenna rúminum

Umleið fjórða hvønn mikudag fara starvsfólk á Søgu- og samfelagsdeildini at leggja fram aktuella gransking fyri øllum, sum hava áhuga

Í rúma tíð hava størri almenn tiltøk ikki verið, so nú gleða næmingarnir og lærarar seg til aftur at kunna bjóða øllum áhugaðum til eitt spennandi og hugnaligt kvøld

- Hvat hava kyn, kynsfatan og lønarlag at siga fyri, hvørjar útbúgvingar kvinnur og menn velja? Eru valini siðbundin, ella eru broytingar at hóma í útbúgvingarmynstrinum? Og hví velja vit, sum vit velja?

– Um talið av næmingum við serligum tørvi alsamt veksur, er vandin í verandi skúlaskipan, at børn, ið bera brek, gerast ein partur av einum so breiðum hópi, sum ikki verður sæddur í nóg stóran mun

Hevur títt barn tørv á plássi í frítíðarskúla frá 11.-13. apríl 2022, tá ið frítíðarskúlarnir annars eru stongdir?

Í dag var Løkshøll í Runavík karmur um finaluna til SkúlaFM 2022, tá virkisfúsir næmingar løgdu sínar virkisætlanir fram

- Eg fegnist um, at Sankta Frans skúli loksins fær somu møguleikar sum hinir skúlarnir. Tað hevur stóran týdning fyri menningina hjá børnunum og fyri undirvísingarætlanina yvir ár, sigur borgarstjórin, Heðin Mortensen

Í dag hava tríggir maskinmeistarar fingið prógvini handað

Tórshavnar býráð hevur samtykt, at næmingarnir í 7. flokki í Sankta Frans skúla fara í 8. flokk í Skúlanum á Fløtum skúlaárið 2022/23

Fríggjadagin 25. februar verður finalan í SkúlaFM 2022, har skúlanæmingar í framhaldsdeildini kring landið fara at kappast í íverksetan.Tiltakið byrjar klokkan 09:30

Skúlafólk hava sínámillum og á sosialum miðlum kjakast um, hvussu best er at fara fram, tá próvtøkurnar koma fyri í summar, skrivar Skúlablaðið

Í sambandi við innsavningina hjá Reyða Krossi um at hjálpa svøltandi børnum í Afganistan hevur Oyndarfjarðar skúli handað Reyða Krossi heilar 40.044 krónur

Í tíðarskeiðnum 7. mars til 1. mai fara 9. floks næmingar aftur til PISA-kanning. PISA-kanningin var upprunaliga sett at verða í 2021, men orsakað av COVID-19 varð hon útsett til í ár

Krimirøðin TROM er fyrsta stóra sjónvarpsrøðin, sum er gjørd í Føroyum. Snar hevur gjørt arbeiðsuppgávur til hádeild og miðnám

Fríggjadagin 4. februar 2022 fingu 34 sveinar prógv sum elektrikarar, maskinsmiðir, rørsmiðir, bilsmiðir og húsasmiðir

Á samkomu í Nýggjustovu hjá LISA í Hoydølum í gjárkvøldið fingu Alda Mohr Eyðunardóttir og Maria Guldbrandsø Tórgarð gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum

Joana Dam Johannesen og Gunnvá Ellefsen, ungdómstinglimir, hava lagt uppskot fyri Ungdómstingið, sum heitir á landsstýrið um at eftirmeta og uppstiga undirvísingartilfarið í fólkaskúlanum

Ungdómstinglimirnir, Vár Edvardsdóttir og Lív Andriasardóttir, hava lagt uppskot fyri Ungdómstingið um, at sexualundirvísing eigur at vera kravd í framhaldsdeildini

Mikudagin í hesi vikuni byrjaði nýggjur sokallaður móttøkuflokkur á Tórshavnar Kvøldskúla

Ein forskúli kemur afturat í Tórshavnar kommunu. Hóskvøldið 27. januar samtykti Tórshavnar býráð ætlanina at seta á stovn forskúla í Eysturskúlanum

Á fyrsta sinni er ein nýggjur flokkur av sjúkrarøktarfrøðilesandi byrjaður í januar

Grunnurin A.P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers fond stuðlar ‘Norden i Skolen’ við 11 milliónum

Fyrrverandi rektarin á IT-Universitetinum í Keypmannahavn, Martin Zachariasen, hevur játtað parttíð at stuðla Setrinum við at skipa nýggju masterútbúgvingina í dátuvísindum á Náttúruvísindadeildini, umframt at vera pro-rektari fyri útbúgving og góðskumenning

Eru teir fyrstu nakrantíð, sum hava tikið alla útbúgvingina í Føroyum

Tað var ikki sørt hugstoytt og órógvandi at lesa hvørjar hugsanir Javnaðarflokkurin hevur um føroysku frískúlarnar

Endamálið við at stovna forskúla í Eysturskúlanum er at bjóða eitt fullfíggjað og samanhangandi innskúlingartilboð frá tí ári, børnini eru 6 ára gomul, til tey eru liðug í 1. flokki

- Lærarar hokna undir ábyrgdini og undirvísingarbyrðuni, og næmingar fáa ikki tað tilboðið, sum teir eiga at fáa og sum lærarar vilja bjóða. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

Í morgun var prógvhandan á Vinnuháskúlanum, har skiparar, skipsførarar og maskinmeistarar fingu prógv. Sum vanligt var borgarstjórin við og segði nøkur orð í hesum sambandi

Skúlainnskrivingin er nú av, og Mentamáladeildin og Snarskivan í Tórshavnar kommunu hava eftirkannað og viðgjørt innskrivingarnar

Í dag hevur verið próvhandan á Sjónámi, tá skiparar fingu prógv

Seinastu vikurnar hava føroysku listafólkini handan SWAY og EKA- trio vitjað skúlar í Føroyum. Tey hava spælt og sungið fyri næmingum úr 0.-9.flokki í 16 ymiskum skúlum

Bara níggju av 75 næmingum vóru í skúla fyrradagin, tí koronufarsóttin ger um seg á Skála, skrivar KVF

Skulu vit skipa góð tilboð til næmingar, sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál, krevst, at vit gera eina heildarætlan fyri allar skúlarnar, heldur formaðurin í Lærarafelagnum