Mánakvøldið verða dyrnar latnar upp á víðan vegg á Kambsdali. Á skránni er fjøltáttað kunning og kvøldseta.
Dyrnar lata upp klokkan 18, tá møguleiki er at fáa kunning um mongu útbúgvingarnar og lærugreinirnar á Kambsdali. Klokkan 19 verður sjálv kvøldsetan sett og eftir kvøldsetuna og í steðginum er eisini møguleiki fyri kunning og einum góðum kaffipráti.
Noomi vitjar aftur
Til tiltakið mánakvøldið hevur skúlin boðið Noomi Gregersen, fyrrverandi næmingi, á vitjan. Noomi Gregersen vardi í fjør ph.d. ritgerð sína og fer at greiða frá yrkisleið sínari síðani kambsdalstíðina. Noomi starvast í dag sum verkætlanarleiðari á nógv umrøddu FarGen verkætlanini, og hon fer í stuttum eisini at greiða frá hesi áhugverdu verkætlan.
Týdningarmikil kunning
Á Miðnámi á Kambsdali er eitt breitt úrval av útbúgvingum og lærugreinum. Hesi kanst tú fáa meira at vita um mánakvøldið. Lestrarvegleiðarar skúlans fara at kunna um útbúgvingarnar, og lærarar fara at kunna nærri um sínar lærugreinir.
Miðnám á Kambsdali leggur stóran dent á holla kunning. Tískil vilja vit fegin hitta komandi næmingar, ið ætla sær á miðnám og somuleiðis eisini at kunna verandi næmingar um nýggja og fjølbroytta lærugreinaúrvalið, nú fyrrverandi Studentaskúlin og Handilsskúlin eru samanlagdir í Miðnám á Kambsdali.
Kvøldseta við skapandi kreftum
Á Kambsdali hevur altíð verið lagdur dentur á, at næmingar fáa høvi at royna síni skapandi evni. Bæði í skúlagongdini, men sanniliga eisini til kvøldsetutiltøk.
Mánakvøldið verður møguleiki fyri at uppliva hesi evni. Tónleikaflokkarnir fara at framføra og filmar frá miðlaflokkunum verða eisini á skránni.
Uttan fyri sjálva skúlagongdina fáast nógvir næmingar eisini við ymiskt skapandi, og hetta fer eisini at merkja skránna. Nýskrivaður skaldskapur verður lisin, og myndlistaframsýning letur upp á Kambsdali mánakvøldið.
Miðnám á Kambsdali letur dyrnar upp á víðan vegg. Góðir møguleikar eru fyri kunning, hugna og kanska onkrum kveikjandi práti og upplivilsi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo