Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í dag var Íverksetarahúsið, í Klaksvík, karmur um Danmarksmeistaraheitið í íverksetan fyri fólkaskúlanæmingar. Endin var at føroyski bólkurin ”DUEL – North Atlantic Skincare” frá Nám X vann

Næmingarnir á Nám X í Eysturskúlanum hoyrdu í morgun um virksemið í Tórshavnar kommunu og um starvið sum borgarstjóri. Borgarstjórin sjálvur, Heðin Mortensen, hevði framløguna fyri næmingunum

Frágreiðingin, sum nú er liðug, byggir á tekst, sum ein ritstjórnarbólkur hevur sett saman úr tí tilfari, sum tá kom fram

- Undirvísingin hevur verið ov einstáttað, ov siðbundin og ov nógv merkt av vanligari undirvísing, sum vóru øll í somu stovu

Kappingin um Danmarksmeistaraheitið verður hósdagin 15. apríl

Fríggjadagin 26. mars var stór hátíðarløta á Glasi, tá 50 lærlingar fingu handað prógv. Teir 50 lærlingarnir hava staðið sveinaroynd innan yrkini: El, hárfríðkan, maskinsmíð, rørsmíð, plátu- og konstruktiónssmíð og húsasmíð

- Tað er eingin ivi um, at heimaskúlin hevur verið serliga strævin hjá næmingum, sum ikki eru motivaðir at ganga í skúla og kanska ikki eru so bókliga áhugaðir, sigur Marin S. Bláberg, skúlastjóri í Vestmanna skúla

BankNordik og Skúlafótbóltur hava longt samstarvið, og BankNordik held-ur sostatt fram sum høvuðsstuðul hjá fótbóltskappingini, sum á hvørjum ári verður skipað til allar fólkaskúlar og miðnámsskúlar í landinum

- Sama hvussu spennandi og nýskapandi undirvísing lærarar megna at skapa á netinum, so verður hon ongantíð líka góð, sum góða undirvísingin í eini skúlastovu

Fyri fyrstu ferð hava reiðfólk fingið prógv í Føroyum innan ríðing frá universitetinum á Hólum í Íslandi

- Koronaskúlin hevur latið upp fyri, at tað ber væl til at hava undirvísing á netinum, heldur Tóri Slættalíð, KT-ráðgevi á Námi

Handarbeiðið er ógvuliga vælumtókt á Tórshavnar Kvøldskúla. Fleiri eru møguleikarnir, og flestu lærugreinar hava breiða undirtøku

Bøkur eru meira enn bara bøkur. Tær hava sína søgu og sína sál. Tí eigur virðingin fyri bókini at vera hareftir

984 umsóknir eru um at sleppa í miðnám næsta skúlaár. Hetta eru fleiri enn í ár, tá 919 umsóknir vóru, skrivar KVF

Í dag 12. mars fingu 18 maskinistar prógv handað í Vinnuháskúlanum

Teir dreya. Menninir á verkstaðnum, sum í vetur hava gingið á skeið á Tórshavnar Kvøldskúla. - Tað “dreyar” seg um at hava tol og arbeiða miðvíst, siga teir

Í longri tíð hevur verið arbeitt við einari ætlan um at umvæla og dagføra bygningin, og í gjár skrivaðu Heri Hansen, fyri Timburtænastuna, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, undir sáttmála um at fáa framt fyrsta stigið í hesi ætlan

Rektari og stýri á Fróðskaparsetri Føroya hava gjørt av, at Erla Olsen heldur fram í starvinum sum dekanur á Námsvísindadeildini í trý ár aftrat

Útboðið av kreativum og listaligum lærugreinum á Tórshavnar Kvøldskúla er ógvuliga fjølbroytt og livandi. Ein av hesum lærugreinum er listgrafikkur

Á skránni týskvøldið er framløga um serbreytina, og høvi verður at síggja umstøðurnar og tosa við lærararnar á breytini

- Tað sigst í øllum førum. Soleiðis í skemti. Teir møtast um áhugan at gera mat. Matligu menninir. Hetta er skeið, sum Tórshavnar Kvøldskúli skipar fyri

Bæði á morgni og á kvøldi, frá mánadegi til hósdag, virka tey glitrandi smúkkur og vakrar prýðislutir úr ymsum tilfeingi, sum føroyska náttúran veitir

Fróðskaparsetur Føroya fer nú at hýsa altjóða vísindaliga tíðarritinum, Island Studies Journal, og fær umboðan í stýri og ritstjórn

Nú eru tríggir flokkar í Kvøldskúlanum, har útlendingar fáa undirvísing í føroyskum máli og føroyskari mentan

Undirtøkan var óføra góð, tá ið røsku børnini seldu fyrstu ferð mánadagin. Tá blivu bæði muffins og coockies útseldar. Børnini fara aftur í dag at selja í døgurðasteðginum

BankNordik bjóðar øllum næmingum í 9. flokki til Pengadag. Til Pengadagin fáa tey ungu undirvísing í grundleggjandi spurningum um fíggjarviðurskifti og góð ráð um skilagóðar pengavanar

- Fleiri halda seg einki duga og duga ótrúliga væl kortini. Tað ræður um at halda seg framat og ikki smæðast burtur. Tann, sum hevur viljan og veruliga vil, hann røkkur sum oftast langt, sigur Jónleivur Olsen

Mánakvøldiđ stóðu seks vinnukavarar prógv innan kaving við blandingsluft. Prógvið gevur kavarunum møguleika, at leggja kaving sína betri og øðrvísi tilrættis enn tá kava verður við vanligari luft

Í dag var Mentunarhúsið í Fuglafirði karmur um finaluna til SkúlaFM 2021, tá virkisfúsir næmingar løgdu sínar virkisætlanir fram

Virksemið hjá Tórshavnar Kvøldskúla røkkur eisini út á bygdirnar Kollafjørð, Kaldbak og Nólsoy

Býráðið hevur í kvøld avgjørt at fýra 1. flokkar verða í Skúlanum á Fløtum skúlaárið 2021/22. Hetta merkir, at øll børn, sum eru skrivað inn til 1. flokk at byrja í summar, sleppa í Skúlan á Fløtum at ganga

Fríggjadagin 26. februar verður finalan í SkúlaFM 2021, har skúlanæmingar í framhaldsdeildini kring landið fara at kappast í íverksetan

Frá at vera Føroya helst mest undirmetta lærugrein, og tað í ólukkumát, er myndlist nú sett fremst og ovast á øllum breddum í skúlanum

Tolin trívst, sigur orðatakið. Og tað er nakað um tað, halda teir - teir eru bara menn - sum í vetur hava gingið á skeiði at byggja borðbátar á Tórshavnar Kvøldskúla

Næmingar frá Tekniska Skúla í Klaksvík vitjaðu í morgun á Fiskaaling. Endamálið var at kunna seg um arbeiðið hjá Fiskaaling, og um hvørjir starvsmøguleikar her kunnu vera áhugaverdir hjá einum ungum lesandi

Í ritgerðini verður kannað, hvussu kvæðini hava tað í føroyska nútíðarsamfelagnum

Tórshavnar Kvøldskúli heldur lív í aldargomlu siðvenjuni at smíða føroyska róðrarbátin. Áhugin er vaksandi, og øll sum hava vilja, áhuga og handalag kunnu læra handverkið, sigur lærumeistarin

Næstan 400 fólk hava nú skrivað undir kravið til Tórshavnar Kommunu um at upprætta fýra fyrstu flokkar í Skúlanum á Fløtum komandi skúlaár

Miðnámsskúlanæmingarnir, sum hava fingið seksualundirvísing farnu vikuna, lata sera væl at undirvísingini, og siga seg hava fingið nógv burturúr

Arbeiðið við at út- og umbyggja Frítíðarskúlan er komið so mikið áleiðis nú, at eftir ætlan verður nýggi bygningurin tikin í nýtslu eftir páskir, sigur Nes kommuna

Fyri 1½ árið síðani byrjaði ein flokkur á Glasi uppá útbúgvingina Innovatión og íverksetan. Nú hava 9 lesandi tikið prógv sum professiónsbachelorar

- Ein orsøk til hesa broyting er minkingin í barnatalinum í útjaðaranum, soleiðis at tað ikki eru børn í skúlaaldri eftir í bygdini

Enn ein vísindalig grein er útgivin um føroyska koronugransking, hesaferð í tíðarritinum Emerging Infectious Diseases hjá Centers for Diseases Control and Prevention

Hanna Jensen er 47 ára gomul og hevur lisið franskt á Universitetinum í Keypmannahavn og føroyskt á Fróðskaparsetrinum. Eisini er hon væl áleiðis við eini MA í vegleiðing, umframt at hava tikið onnur viðkomandi skeið

Í dag 22. januar fingu 27 lesandi prógv handað á Vinnuháskúlanum

- Vit hava altíð lagt okkum eftir at gera tað fjálgt og gott hjá næmingum at koma á bókasavnið, sigur Thordis Dahl Hansen, skúlabókavørður í Skúlanum við Streymin

Bygdirnar, Hósvík og Hvalvík, vilja varðveita skúlan í bygdunum. Tað hevur ein fólkaatkvøða staðfest. Kortini roknar skúlastjórin í Skúlanum við Streymin, at fáir næmingar verða eftir í bygdaskúlunum um nøkur ár

Á næmingaheiminum eru pláss fyri 48 næmingum og tað verða eisini 48 næmingar sum byrjað á várskeiðnum hjá Ítróttaháskúlanum nú í januar

Sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum hava trettan føroyingar lokið ph.d.-prógv í 2020. Átta av hesum verkætlanunum eru stuðlaðar av Granskingarráðnum

- Næmingarnir vita, at um telefonin kemur fram, so verður hon tikin, og næmingurin fær ikki telefonina aftur fyrr enn foreldrini koma eftir henni, sigur Sonni Djurhuus, skúlastjóri í Skúlanum við Streymin