Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

Skúlablaðið: - Tað tykist mangan tilvildarligt, hvussu eftirútbúgvingar og førleikamenning verður raðfest. Ein skipað heildarætlan skal tryggja, at tað verður farið fram við skili, og at útbúgvið verður eftir tørvi.

- Førleikamenningin má hava kjølfesti í okkara egnu viðurskiftum, og bjóðast fram bæði sum drúgvari útbúgvingar og styttri skeið. Í løtuni er tað ofta upp til einstøkar læraraeldsálir kring landið, sum ynskja at fara á skeið ella søkja um at sleppa undir útbúgving. Ynskiligt var, at førleikamenningin í størri mun varð grundfest í veruleikanum í skúlanum, sum eitt nú verður staðfestur við námsfrøðiligu granskingini, ið vit fara at raðfesta hægri, sigur Rigmor Dam við Skúlablaðið.

Førleikamenningin eigur eisini at fara fram úti í økinum, soleiðis at lærarin í síni tímaætlan hevur tíð og rúm til reflektering, heldur landsstýriskvinnan.

- Námsfrøðiligu leiðslurnar skulu sjálvandi ganga á odda í menningini av teimum einstøku skúlaøkjunum. Tað krevur sjálvandi eisini, at vit bjóða leiðslunum førleikamenning innan námsfrøðiliga leiðslu. Málið skal vera, at skúlaverkið í síni heild, og at hvør skúli sær, hyggur inneftir og staðfestir, hvat honum tørvar av serkunnleika og síðan tekur stig til, at lærarar og leiðslur verða førleikament á júst tí økinum, sigur Rigmor Dam, sum longur er farin undir at kanna, hvussu slík útbúgving av leiðslunum kann leggjast til rættis.

Eydnast tað at samskipa førleikamenningina av lærarum og leiðslum í størri mun enn tað verður gjørt í dag, eru vit væl á veg, heldur landsstýriskvinnan.

- Fortreytin er, at partarnir tosa sama og gera eina ætlan, og fyribils hava allir partar verið sera altráir eftir at samstarva um at styrkja námsfrøðiligu granskingina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo