Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Myndin er frá tá skipanin við fjarlestri varð royndarkoyrd í stóra undirvísingarhølinum á Fjarlestrardeplinum

Myndin er frá tá skipanin við fjarlestri varð royndarkoyrd í stóra undirvísingarhølinum á Fjarlestrardeplinum

Í dag byrjar eitt nýtt tíðarskeið í útbúgvingarsøguni í Vági, í Suðuroynni og í Føroyum. Seinnapartin í dag byrja 21 pedagoglesandi á Fjarlestrardeplinum í Vági.

Tað sermerkta við hesari útbúgvingini er, at tey lesandi kunnu búgva í heimbygdini í Suðuroynni og í Føroyum sum heild (lesandi eru úr øllum landinum !) og samstundis nema sær hægri miðal langa útbúgving. Hetta merkir eisini, at familjur kunnu verða búgvandi í heimbygdini alt útbúgvingartíðarskeiðið.

Fyri framhaldandi menning av økjunum kring landið, er lítið at ivast í, at tað hevur stóran týdning, at atgongd er til fjøltáttað útbúgvingartilboð, har útbúgvingarnar kunnu takast í nærumhvørinum, sigur Dennis Holm, borgarstjóri, sum fegnast um, at pedagog-útbúgvingin á Fjarlestrardeplinum nú byrjar.

Lesið meiri um Fjarlestrardepilin í Vági á www.fjarlestur.fo
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo