Skúlablaðið: Í samrøðu í Sosialinum seinasta leygardag sigur Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, at lærarar hava altíð havt meira tign enn námsfrøðingar; hetta er spakuliga við at broytast.
Tignin í lærarastarvinum er minkandi, ímeðan tignin í námsfrøðingastarvinum er hækkandi. Námsfrøðingar eru við at innheinta lærarastarvið. Heldur formaðurin í Pedagogfelagnum.
Henda útsøgnin undrar lærarar og eisini formannin í Lærarafelagnum.
- Hetta, ið Jógvan Philbrow sigur, botnar í eini trongd alla tíðina á sammeta seg við lærarastarvið. Einki er galið við kravinum hjá námsfrøðingum at vilja hava løn og fyrireikingartíð sum lærarar; tey krøvini eru vælkomin at seta fram, men ofta verða negativir hugburðir og fordómar móti lærarum slongdir út samstundis.
- Eg dugi ikki at síggja, hví Pedagogfelagið skal niðurgera lærarar og lærarafakið í royndini at fremja sína søk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo