Skúlablaðið: Tá ið læraralesandi velja sær linjulærugreinir, hyggja tey eftir, hvussu nógvar tímar hesar lærugreinir hava í fólkaskúlanum. Tað er ikki so løgið. Men avleiðingin av hesum er, at tær smáu linjulærugreinirnar, sum Námsvísindadeildin sambært kunngerð hevur skyldu at bjóða út, eru við sviðusoð, tí so fá velja tær. Ofta ganga fleiri ár ímillum, at flokkar verða skipaðir við ávísum lærugreinum, tí so fá velja tær. Nú er ætlanin at gera eina skipan, ið tryggjar tær smáu lærugreinirnar betur.
- Skipanin at velja linjulærugreinir verður broytt soleiðis, at tey, sum fara undir lestur í august, tíðliga í útbúgvingartíðini skulu velja linjulærugreinir fyri restina av útbúgvingini. Á henda hátt fáa vit fleiri møguleikar at skipa flokkar tvørtur um árgangir. Velja til dømis bara tvey lesandi samfelagsfrøði eitt árið, eingin árið eftir, men kanska 5 annað árið eftir, so kunnu vit skipa eina linjugrein við hesum lesandi, hóast tey ikki lesa á sama árgangi. Broytingarnar, sum nú verða gjørdar, fara at geva okkum fleiri møguleikar, serliga við teimum smáu lærugreinunum. Soleiðis, sum skipanin er snikkað, ber hetta til longu nú, men trupulleikin er, at lesandi velja fyri bara eitt ár í senn. Tá er verri at leggja til rættis, sigur Janus Jensen, útbúgvingarleiðari fyri læraraútbúgvingina, námslektari í námsfrøði og almennum didatikki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo