Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Á Tekniska Skúla í Klaksvík tykist hald vera í hesum gamla orðatakinum. Í øllum førum, um tú spyrt 1. ársnæmingarnar á Gymnasialu Tøknibreytini, sum í løtuni fyrireika seg til árligu miðnámsskúlakappingina “Ungt Virki”.

Sjálvt um tað er kalt og kavi uttanfyri, so gevur ein fjálgur og heimligur stemningur seg til kennar á Tekniska Skúla í Klaksvík. Nakrir flokkar sita til frálæru í flokshølunum, ímeðan fyrstaársnæmingarnir á miðnámsútbúgvingini eru spjaddir úti á ymsu yrkisstovunum og verkstøðunum á skúlanum. Tey hava lærugreinina Tøknifrøði, sum hjá nógvum teirra eru yndislærugreinin.

Í hesari lærugreinini hava tey nógva praktiska frálæru, og fyri tíðina arbeiða tey við miðnámsskúlakappingini “Ungt Virki”, sum verður hildin hvørt ár. Okkurt um fimm næmingar eru í hvørjum bólki, og hvør bólkur stovnar eitt fiktivt virki. Virkini skulu bjóða út eina ávísa vøru, sum næmingarnir sjálvir finna uppá og framleiða, og vøruúrvalið, sum í ár kemur av Tekniska Skúla í Klaksvík, er sera fjølbroytt.

Borðtennis og rabarbuísur
Á el-verkstaðnum sita fimm dreingir og arbeiða við smáum el-lutum og talgildari programmering.

- Vit spæla ofta borðtennis í fríkorterinum, og tá er tað skjótt at gloyma stigini og støðuna. So vit arbeiða við at skapa ein elektriskan teljara, sum kann brúkast til at halda skil á støðuni, fortelur Dánial K. Thomsen. Hann er í bólki saman við fýra vinmonnum, og hesa løtuna sita teir á el-verkstaðnum og arbeiða við at programmera teljaran.

Næmingunum dáma væl verkætlanararbeiði, har teir sleppa at arbeiða praktiskt við lærutilfarinum. - Hetta ger tað stuttligari at ganga í skúla og at læra. Man sær, hvat man ger og so lærir man tað betri, sigur Dánial. Og hinir eru samdir við honum.

- Tá ið vit til dømis skulu skriva kemirapportir, so royna vit fyrst uppgávuna niðri á kemi-stovuni, áðrenn vit fara uppá at skriva um tað. Tað ger tað munandi lættari at skilja, sigur Johannes Klein, ein av hinum í bólkinum.

Hinumegin gongina frá el-stovuni er ein køksstova, har ein annar bólkur fyrireikar seg til kappingina. Teirra vøra er hvørki ítrottarlig ella elektrisk, men harafturímóti er hon etandi, og vónandi skjótt vælsmakkandi. - Vit vildu royna at gera okkurt burturúr føroyskum rávørum, so okkara virki framleiðir rabarbuís, fortelur Elmar í Gong.

Elmar og hinir í bólkinum fortelja, at teir í byrjanini eisini spældu við tankan um at arbeiða við tara, áðrenn teir endaðu við at velja rabarbuísin. - Vit halda okkum hava funnið rætta konsistensin, so nú leita vit eftir tí perfekta smakkinum, og vit hava gjørt eina avtalu við ein kokk, sum hevur bjóðað seg til at hjálpa okkum við tilsmakkingini, sigur John Eli Kristmundsson, sum eisini er í rabarbuísbólkinum.

Líkasum Dánial og Johannes, so eru hesir næmingarnir eisini glaðir fyri at sleppa at royna lærdómin í verki, og fyri havnamannin Jóhannus Suma Poulsen, var hetta ein partur av orsøkini til, at hann yvirhøvur valdi Tøknibreytina og harvið flutti til Klaksvíkar at taka miðnámsskúlaútbúgving. - Eg valdi hendan skúlan, tí at her er rættiliga handaligt og alt, sum vit gera, kann umsetast og brúkast í veruleikanum. Vit hava enn onki teoretiskt gjørt, sum ikki hevur havt nakran praktiskan týdning eisini, og tað er nokkso motiverandi, sigur Jóhannus.

Íverksetan og tøknifrøði
Tøknifrøði er kravd lærugrein fyrsta og næsta árið á Tøknibreytini, og hon endar við eini próvtøku, har næmingarnir skulu ávísa ein trupulleika ella eina avbjóðing úr veruleikanum, sum tey so skulu brúka tøkni til at loysa. Men lærugreinin rúmar rættiliga fjølbroyttum lærdómi, eitt nú íverksetan, sum í stóran mun myndar luttøkuna í “Ungt Virki”, og sum fevnir um nógvar ymiskar vitanargreinar.

Umframt menningina av hugskotinum og prototypu av sjálvari vøruni, so skulu næmingarnir eisini gera fíggjarætlan fyri virkið og skriva eina uppgávu um verkætlanina. - Tað stuðlar undir frálæruháttin, sum yvirhøvur verður nógv brúktur her á skúlanum, sigur Elmar. - Vit arbeiða sum heild nokkso praktiskt og fjølbroytt, og tað er eisini tað, sum ger tað stuttligt, sigur hann.

Tilsamans níggju bólkar frá Tekniska Skúla í Klaksvík taka lut í “Ungt Virki” í ár, og finalan verður hildin í Havn tíðliga í marsmánaði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo