Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Lærarafelagið hevur í nógv ár víst á, at fíggjarkarmurin hjá fólkaskúlanum er ov lítil at røkka til allar uppgávurnar, ið fólkaskúlin hevur. Kortini stendur játtanin mestsum í stað, um somu tíð sum fólkaskúlin fær fleiri uppgávur at røkja. Formaður Føroya Lærarafelags heldur, at hækkar játtanin ikki, so eigur støða at verða tikin til, hvørjar uppgávur ikki skulu gerast, tí henda gongdin kann ikki halda á.

- Grundin til, at tað kortini ber til at hava ein fólkaskúla við øktum krøvum og uppgávum og samstundis sum játtanin ikki veksur, er tí, at lærararnar undirvísa meiri enn teir gjørdu fyrr og renna skjótari. Men læraraarbeiðið er annað og meiri enn undirvísing; tíðin til alt tað, sum ikki er undirvísing, er minkað, men uppgávurnar eru har framvegis, og um nakað eru tær vaksnar. Av tí sama síggja vit, at lærarar hokna undir ábyrgdini og undirvísingarbyrðuni, og at næmingar ikki fáa tað tilboðið, sum teir eiga at fáa og sum lærarar vilja bjóða. Vit eru farin yvir um pínumarkið. Bogin er so spentur, at hann kann ikki spennast meiri; tað er bara at hyggja at langa bíðilistanum til at sleppa framat barna- og ungdómspsykiatriini, og at vaksandi talinum á teimum, sum ikki orka í skúla ella at koma út millum javnaldrar og so framvegis. Tað eru fleiri næmingar, ið stríðast við lívið, foreldrini eru ráðaleys, og lærarin, ið hevur ábyrgd av hesum næmingunum í skúlanum, hevur eina tunga byrðu. Tá lærarin samstundis er spentur fyri at undirvísa meira, so síggja vit tíverri, at lærarar lúgvast. Hetta sæst aftur á øllum aldursstigum, men einamest hjá lærarum, ið undirvísa yngstu flokkunum.

Sambært formanninum í Lærarafelagnum hava lærarar í fólkaskúlanum alt ov vánaligar umstøður at taka sær av einstaka næminginum. Lærarar undirvísa ov nógv, og flokkarnir eru ov stórir.

- Hetta sæst serliga aftur í ávísum økjum, sum av álvara treingja til ábøtur, eitt nú eru umstøðurnar alt ov vánaligar at taka sær av næmingum, sum hava ilt við at læra at lesa, umstøðurnar eru heldur ikki til at veita eina hóskandi skúlagongd til næmingar, sum onkursvegna hava serligan tørv, og so hava arbeiðshættir, ið eru verkligir, handaligir ella listarligir ov lítið pláss í skúlanum, tí at hesir arbeiðshættir krevja fleiri lærarar, so at undirvísing kann vera í smærri bólkum. Men tað snýr seg eisini um onnur viðurskifti, so sum at styrkja vallærugreinirnar, at styrkja arbeiðsumstøðurnar hjá flokslæraranum, sum er so umráðandi, tá ið talan er um fakliga menning og trivnað, bæði hjá tí einstaka næminginum og hjá flokkinum, at geva øllum næmingum møguleikan at sleppa á setursskúla og at styrkja grunddeildina. Samstundis hava lítlir og eingir pengar í nógv ár verið til eftirútbúgving av lærarum, sum so stórur og átrokandi tørvur er á.

- Pengarnir, sum nú verða brúktir til føroyskt sum annaðmál røkka ikki til tørvin, men teir eru ein neyðug íløga, men so hvørt sum føroyskt sum annaðmál veksur, so átti játtanin at verið økt tilsvarandi upphæddini, sum tað kostar at menna undirvísingina í føroyskum sum annaðmál. Vit røkka ikki øllum tí, vit eiga og vilja, og samlað sæð er tilboðið ikki nóg gott. Lítla eykajáttanin, sum er komin aftrat til fólkaskúlan, fegnast vit sjálvandi um, man tað er ikki so mikið sum til tað, sum longu er tikið av karminum og harvið virkseminum í fólkaskúlanum. Og avleiðingin er, at eingir pengar eru til nógv sera týðandi øki og at summi øki als ikki verða raðfest, umframt at lærarar mugu undirvísa ein til tveir tímar meiri um vikuna og víðari- og serútbúgving av lærarum eru útsettar.

Les alla samrøðuna við Jacob Eli S. Olsen í Skúlablað nr 6, 2021

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo