NÁM: Mikudagin 16. mars í ár fara fleiri túsund børn og ung í Føroyum, Finnlandi, Svøríki, Íslandi, Danmark og Noregi at arbeiða við listaligum virksemi og gera tað sjónligt í almenna rúminum.
Millum annað fara fleiri skúlar at bjóða foreldrum inn at síggja skapandi arbeiði, sum tey gera. Háskúlin fer eisini at hava framsýning í Námi henda sama mikudag, sum er í viku 11. Framyvir er ætlanin at hesin mikudagur í viku 11 hvørt ár skal gera vart við list í norðurlendska skúlanum.
Endamálið við ListaMelduri er at varpa ljós á verkligu og tónlistarligu lærugreinirnar í fólkaskúlanum, serliga myndlist. Eitt endamál er eisini at lýsa, hvønn týdning hesar lærugreinir hava fyri læring, menning og trivnað, umframt at kveikja og geva íblástur til skapandi virksemi í skúlunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo