GLASIR: Tað er ikki á hvørjum degi, at so nógvir handverkarar fáa prógv á einum degi.
Á Glasi varð felags prógvhandan, nú elektrikarar, maskinsmiðir, rørsmiðir, bilsmiðir og húsasmiðir fingu prógvini uppá, at lærutíð og sveinastykki eru fingin væl frá hondini.
Hetta er somuleiðis prógv um, at samstarv millum vinnu og útbúgvingarstovn ber ávøkst.
Tað fegnast vit um her á Glasi.
Á hátíðarligu løtuni fríggjadagin 4. februa vóru familjur og vinfólk, lærarar, lærumeistarar og onnur komin saman at hátíðarhalda sveinarnar.
Har vóru talur, felagssangur, ábit – og sjálvsagt prógvhandan.
Myndatøka var, og myndirnar av sveinunum eru tøkar at taka niður á leinkinum her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo