Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Klaksvíkar kommuna: Í samband við verkætlanina hjá skúlanum á Skúlatrøð, har endamálið er at savna pening til børn í Ukraina, eru næmingar í dag til arbeiðis hjá Klaksvíkar kommunu.

Næmingarnir hava fyrrapartin fríðka um í býnum og gjørt grøn øki klár til summarið. Høvuðsboðskapurin í verkætlanini er, at øll kunnu gera mun og at saman røkka vit langt.

Fyri at svna pening til verkætlanina eru elstu næmingarnir farnir til arbeiðis hjá ymiskum størri fyritøkum í býnum. Av teimum eru 10 næmingar í dag til arbeiðis í Klaksvíkar kommunu, og á tann hátt stuðlar kommunan verkætlanini. Næmingar eru eisini farnir út at syngja fyri eldru borgarum. Á skúlanum eru teir yngru næmingarnir í holt við at framleiða smáar prýðislutir, sum foreldrum og onnur fáa møguleika at keypa, og harvið stuðla átakinum við senda neyðhjálp til Ukraina.

Hóskvøldið 7. apríl bjóðar skúlin foreldrum og øðrum áhugaðum til eina kvøldsetu á skúlanum, har til ber at ogna sær onkran av prýðislutunum, sum næmingarnir hava evnað til. Nýggja miðhøllin verður karmur um tiltakið, har Reyði Krossur eisini kemur at kunna um týdningarmikla hjálpararbeiði, sum fer fram kring allan heimin. Kvøldsetan verður skipað sum ein hugnalig løta, har fólk kunnu koma og fara, sum tey hava hug. 

Á skránni á Skúlatrøð vera ymiskar smærri framførslur, har næmingar og lærarar skúlans framføra og eisini verður møguligt at keypa kaffi, te og nýbakaðar vaflur, sum næmingar baka. Dyrnar lata upp klokkan 16 og endar kvøldsetan klokkan 20, tá innsavnaði peningurin verður handaður Reyða Krossi Føroyar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo