Tórshavnar kommuna: Ein forskúli kemur afturat í Tórshavnar kommunu. Hóskvøldið 27. januar samtykti Tórshavnar býráð ætlanina at seta á stovn forskúla í Eysturskúlanum. Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur góðkent ætlanina.
Nú kunnu foreldur sostatt skriva børn síni inn, og tað gongur fyri seg við at trýsta á grøna knøttin niðanfyri og fylla innskrivingarskjalið út.
Innskrivingarfreistin er týsdagin 1. mars 2022.
Um forskúlan í Eysturskúlanum
Gerandisdagurin í forskúlanum verður skipaður í samstarvi millum námsfrøðingar og lærarar. Virksemið í forskúlanum skal stuðla fjølbroyttu menningini og støðugu læritilgongdini hjá einstaka barninum. Leikur og spæl eru ein týðandi partur í forskúlanum, og samspæl skal vera millum læring og leik. Í forskúlanum verður dentur lagdur á mál og málmenning, støddfrøði og náttúru, rørslu og motorik, sosialar førleikar, samveru og samstarv.
Forskúlin í Eysturskúlanum verður tví-sporaður, soleiðis at pláss verður fyri 48 børnum. Børnini eru í forskúla í fýra undirvísingartímar um dagin, og eftir skúlatíð eru tey í frítíðarskúlanum.
Foreldragjaldið fyri forskúla, saman við foreldragjaldinum fyri frítíðarskúlan, verður sama upphædd sum dagstovnagjaldið.
Innskriving og freist
Skriva títt barn inn her. Trýst á grøna knøttin og fyll innskrivingarskjalið út. Freistin at skriva inn í forskúlan er týsdagin 1. mars 2022.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo