Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Í gjárkvøldið vísti reyða langmottan, sum lá uttan fyri Nýggjustovu í Hoydølum, at okkurt serligt var á skránni har.

Kalendarin segði 8. februar, sum føðingardagur Thorvalds Poulsen av Steinum, og í testamenti sínum segði hann, at ung og gávurík listafólk hendan dagin skuldu fáa gávugóðs úr grunninum, sum hann legði eftir seg.

Nevndin í grunninum, sum er umboðað av Fróðskaparsetrinum, Føroya Lærarafelag og Listasambandi Føroya, hevði hesaferð tvær handanir at lata, tí í fjør órógvaði koronusjúkan tiltakið.

##med2##

Unga listakvinnan, Alda Mohr Eyðunardóttir, skuldi havt fingið gávugóðsið 2020 í fjør, og Hansina Iversen frá LISA segði m.a. soleiðis, tá hon læt henni heiðurin:

Alda Mohr Eyðunardóttir er fødd í Havn í 1997, og hon luttók longu sum tannáringur á Ólavsøkuframsýningini og á Várframsýningini, har verk hennara hava verið vald við nakrar ferðir.

Hon vakti beinanvegin ans við sínum serstaka máta at arbeiða við øðrvísi tilfari, poetiskum tekstum og við einari heilt serstakari kenslu fyri rúmi.

Á síni fyrstu serframsýning Flakar í 2019, sum hon setti upp í gomlu hølunum hjá Skálabúðini í Havn, ið var flutt út nøkur ár frammanundan, vísir hon longu, nærmast meistaraliga, sína sansaligu fatan av rúmi og ein alsk til tilfarið, sum hon sær og finnur rundan um seg. Hon endurnýtir tað og gevur tí nýtt lív í nýggjum samanhangi.

Listagávurnar hjá Aldu Mohr Eyðunardóttur hava eisini verið mettar framúrskarandi í listaheiminum í grannalondunum, tí tað var ikki mætari, enn at Alda slapp inn á báðar skúlarnar, sum hon søkti inn á, Konsthøgskolan í Malmø og Kongaliga Danska Kunstakademiið í Keypmannahavn. Hon valdi Keypmannahavn, har hon gongur á triðja ári.

##med3##

Filmslistakvinnan, Maria Guldbrandsø Tórgarð, var vald at fáa gávugóðsið 2021.

Í grundgevingini segði Hansina Iversen soleiðis:

Í 2014 fór Maria Guldbrandsø Tórgarð bert 16 ára gomul at arbeiða við filmi. Hon bleiv beinanvegin bitin av hesari listagrein, og lærdi nógv av at arbeiða í ymiskum verkætlanum sum hjálparfólk. Tað gekk ikki long tíð, áðrenn hon fór í gongd við at gera sínar egnu stuttfilmar. 

Hon skrivaði bæði handrit og leikstjórnaði, og var eisini fotografur.

Avrikini førdu Mariu til listaliga heimildafilmin Skál, sum hevur heiti eftir fyrsta yrkingasavninum hjá Daniu O. Tausen, sum kom út í 2020. Filmin leikstjórnaði Maria Torgarð saman við danska leikstjóranum Cecilie Debell. Samstarvið var so mikið væleydnað, at filmurin hevur vunnið týðandi prísir á filmsfestivalum úti í heimi.

Í longu tilgongdini, sum tað er at gera ein heimildarfilm, hevur Maria við filminum Skál víst, at hon hevur serlig evni og dirvi til at koma sera nær fólki, hon arbeiðir saman við. Og hon dugir at skapa álit millum seg sum leikstjóra og fotograf og persónarnar í filminum.

Tað, vit higartil hava sæð úr hennara hondum, boðar frá góðum, og vísir, at talan er um eina unga kvinnu, sum hevur dirvi og vil hetta fak.

##med4##

Knút Háberg Eysturstein, Mattias D. Kapnas og Per Ingvaldur Højgaard Petersen spældu á tiltakinum í Hoydølum, og Marita Dalsgaard, forkvinna í LISA helt røðu, eins og Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini.

Endamálið hjá Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum er at stuðla og eggja ungum fólki við listaligum hegni til útbúgving.

Ein trímannanevnd við rektaranum á Fróðskaparsetrinum, formanninum í Føroya Lærarafelagi og forkvinnuni í Listafólkasambandi Føroya stjórnar grunninum. Rektarin á Fróðskaparsetrinum er nevndarformaður.

Í løtuni er nevndin henda: Bergur Djurhuus Hansen, dekanur og umboð fyri rektaran á Fróðskaparsetrinum, Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelagi og Marita Dalsgaard, forkvinna í LISA.

Gávugóðsið er 35.000 krónur og verður latið saman við heiðursbrævi.

Vit ynskja Aldu og Mariu hjartaliga til lukku!

Lesið meira um grunnin og onnur, sum hava fingið gávugóðs, her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo