Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Besta uppgávan hjá einum lærara er at taka ímóti fyrsta flokki. Børnini eru so fitt og ymisk; summi eru spent at sleppa í gongd, meðan onnur eru meira varin í nýggja umhvørvinum. Í flestu førum fóta tey sær, og saman finna lærarar og børn eitt stev, har tey trívast, mennast og læra tað, ið hóskandi er. Tá hetta lukkast, er starvið sum lærari heimsins besta starv.

Lærarar trívast sum heild í starvinum. Um tú spyrt teir, so eru teir eldhugaðir og nærlagdir, teimum dámar at undirvísa næmingunum, gleðast um samstarv við starvsfelagar og foreldur og kenna, at starvið gevur meining, og at fólkaskúlin, ið teir eru við til at mynda hvønn dag, er ein av týdningarmiklu mentanar- og vitanarberunum í samfelagnum.

Men skipanin er viðbrekin. Tað er ikki nógv, ið nýtist at víkja frá hjá flokkinum ella hjá einstaka næminginum, so koppar korthúsið, og tá stendur lærarin mitt í rokinum. Lærarar varða av alt ov nógvum børnum, og teir undirvísa ov nógv til eisini at hava tíð at taka sær av næmingunum. Krøvini frá myndugleikum vaksa og tykjast ofta veruleikafjar, og alt fleiri ørkymlað foreldur venda sær til skúlan, tí tey ikki vita sær onnur ráð; hetta hevur vundið upp á seg, og tað er serliga flokslærarin, ið merkir tað.

Lærarar í yngstu flokkunum hava trongar umstøður. Ein lærari í fyrsta flokki kann standa einsamallur við 24 næmingum; tað eru ikki umstøður at geva hvørki læraranum ella næmingunum. Um vit hyggja at hinum skipanunum, ið varða av børnum í sama aldri, so roynir barnagarðurin at hava 6 børn fyri hvørt starvsfólk, og í forskúlanum eru 9 børn fyri hvørt starvsfólk. Tí er tað heilt burturvið, at lærarin í fyrsta flokki einsamallur hevur ábyrgdina av 24 børnum; tá hevur lærarin eisini ábyrgdina av at læra børnini at lesa og rokna. Tí eru tað lærarar í yngstu flokkunum, ið kenna, at starvið gerst ov tungt.

Tað er ein stór ábyrgd hjá flokslærarum at skula varða av næminginum og samskiftinum við heimið, Førleikastovuna og Sernám. Tá ein flokslærari hevur ábyrgdina av einum næmingi, ið hevur serligan tørv, so er tað tungt at fáa at vita, at skúlin ikki eigur arbeiðsorkuna at geva flokkinum neyðugu hjálpina. Tá ein næmingur ikki tolir ófriðin, og ein annar hevur ein verumáta, ið órógvar floksfelagarnar, ber ikki til at tillaga undirvísingina, tí flokkurin er ov stórur. Orsakað av hesum gerast flokslærarar ørkymlaðir.

Tá avbjóðingar eru í einum flokki, kundi loysnin ofta verið, at ein lærari varð settur afturat í flokkinum fyri at geva flokkinum og barninum hóskandi umstøður, men skúlaskipanin hevur ikki neyðugu arbeiðsorkuna. Hetta eru ótolandi arbeiðsumstøður. Lærarar vísa eisini á, at teir fáa sernámsfrøðiliga ráðgeving um, hvat teir kundu gjørt, men hvat nyttar ráðgeving, tá einasta loysnin er at fáa fleiri lærarar um næmingarnar, so at undirvísingin kann skipast í smærri bólkum? Úrslitið er útbrendir flokslærarar, ið kenna, at starvið er vorðið ov tungt.

Starvið sum lærari kann vera heimsins besta starv, tá tað lukkast. Vit hava ein góðan fólkaskúla, ið røkkur langt, og vit hava eldhugaðar lærarar, ið strekkja seg langt, men vit mugu geva lærarunum umstøður at vera um børnini. Sum er loysa lærarar nógvar uppgávur, hóast avmarkaðar umstøður, men tað tekur av orkuni, og tíverri missa vit góðar lærarar og flokslærarar, tí heimsins besta starv gjørdist ov tungt.

Oddagrein eftir Jacob Eli S. Olsen, formann Føroya Lærarafelags, í Skúlablað nr 2, 2022, sum kemur í morgin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo