Skúlablaðið: Fjórði partur í vísindaligu viðgerðini hjá Lydiu Didriksen, Skriviførleikin undir luppinum, sum kannar skriviførleikan hjá næmingum í endanum av 9. flokki, hyggur nærri at fyrisetingum.
Kannað verður um rætta fyrisetingin verður brúkt, og um navnorðið verður sett í rætt grammatiskt fall. 22,7 % av dreingjunum hava ongar trupulleikar við fyrisetingum yvirhøvur, og 30,4 % av gentunum megna somuleiðis at velja røttu fyriseting og rætt fall. 69,7 % av gentunum brúktu skeivar fyrisetingar og høvdu skeivleikar í fallnýtsluni, og 77,3 % av dreingjunum høvdu somu trupulleikar.
Dømi:
“Ernesto gekk stillisliga av vøllin, …”
“… ,tí tey spyrja ikki um prógv við barrum.”
“Fleiri sum drekka seg úr vit, gera negv bytt, …”
“Anna heldur at við at vísa álit til børnini …”
“… og vilja vita meira um hvat fer at henda við málið.”
“Eisini her fær mann bann frá vøllinum …”
“Hann fekk bann at koma til Tórsvøll …”
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo