Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Endamálið við at stovna forskúla í Eysturskúlanum er at bjóða eitt fullfíggjað og samanhangandi innskúlingartilboð frá tí ári, børnini eru 6 ára gomul, til tey eru liðug í 1. flokki.

Fýra forskúlar eru í Tórshavnar kommunu. Teir eru í Sankta Frans skúla, í Skúlanum á Argjahamri, í Skúlanum á Fløtum og í Lítlaskúla, sum er ein frískúli. Haraftrat er forskúlalíknandi tilboð í Nólsoy og í Kaldbak, tey eru skipað í samstarvi millum dagstovn og skúla. 

Eysturskúlin hevur eisini sent umsókn um at seta á stovn forskúla í Eysturskúlanum frá skúlaárinum 2022/23. Søkt verður um ein flokk, men grunddeildin í Eystuskúlanum er tvísporað, so til ber at hava tvey spor, soleiðis at øll tey 6 ára gomlu í grundupptøkuøkinum hjá Eysturskúlanum, hava møguleika at fáa pláss í forskúla, um tey ynskja tað.

Børnini í Eysturskúlanum ganga í frítíðarskúla í Smílibýlinum. Har eru 1. og 2. flokkur í dag, men um forskúli kemur aftrat, er neyðugt at finna hølisloysn, ið rúmar øllum. Arbeitt verður við at finna hølisloysn til frítíðarskúlan, sum verður løgd fyri nevnd í vár. 

Trivnaðarnevndin og mentamálanevndin hava einmælt tikið við uppskotinum um at skipa forskúla í Eysturskúlanum, og á býráðsfundi nú hóskvøldið verður málið lagt til endaliga støðutakan. Umsóknin um forskúla í Eysturskúlanum verður síðani latin Uttanríkis- og mentamálaráðnum til endaliga góðkenning.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo