Glasir: Hósmorgunin 31. mars var stórt vinnutiltak úti á Glasi, ið var ein blanding av “Vinnan vitjar” og Vinnulívskunning fyri øllum næmingum og lesandi á Glasi.
Endamálið var at vísa á arbeiðs- og yrkisleiðsmøguleikar í Føroyum.
35 ymiskir stovnar og fyritøkur luttóku í ár, og høvdu tey øll ymisk forvitinisligt við at vísa teimum ungu. Kunningarrit og lýsingarplakatur eru ein sjávlfylgja, men harafturat høvdu teir flestu luttakarnir eisini nógv gott til góman eisini. So um man skuldi døma eftir lystimetinum, ið lokkað var við, so hava fyritøkurnar og stovnarnir tørv á arbeiðsorku komandi tíðina.
Sí myndir her (Myndir: Ólavur Frederiksen)
Stovnarnir og fyritøkurnar vóru væl umboðaðar henda dagin. Av tí so nógv ymisk arbeiðspláss eru umboðaði á Glasi – var hetta ein góður møguleiki hjá næmingum og lesandi at spyrja nærri inn til og forvitnast um útbúgvingar- og yrkisleiðsumøguleikar eftir lokið miðnám, og hesum møguleika tóku næmingarnir av.
Møguleiki var eisini fyri at hoyra styttri framløgur, har Articon, Atlantic Airways og Almannaverkið, MEST og Handilsvinnufelagið høvdu nógv at bera fram.
Vónandi boðar luttøkan hetta árið fyri nógvum góðum arbeiðsmøguleikum hjá yngra ættarliðnum framyvir.
Luttakandi fyritøkur og stovnar o.o vóru:
Auto Service, MEST, Leif Mohr, SEV, MP Teknik, Fokus Industry, Articon, Landsverk, Maria Poulsen, KJ Hydraulik, Hiti, Húsavarðatænastan, J & K. Petersen Contractors, Formula, Nema, Føroya Tele, Almannaverkið, Landssjúkrahúsið, Politi, Atlantic Airways, Smyril Line – samtakið, 62 norður, Bakkafrost, Nudlavirkið, Sendistovan, Elektron, Berglon, Solar, Bygma Balslev, Borg, SMS, Effo, Landsverk, Yrkisdepilin, Lestrarvegleiðing og Hægri Nám.
Myndir: Ólavur Frederiksen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo