Tórshavnar kommuna: Frítíðarskúlin Smílibýlið skipaði hósdagin fyri stórari talvkapping millum frítíðarskúlarnar í Tórshavnar kommunu. 16 lið úr 7 frítíðarskúlum luttóku, meiri enn 100 børn tilsamans.
Tað var stuttligt at síggja, hvussu íðin børnini vóru, og hvussu væl tey kláraðu at hugsavna seg. Hetta var aðru ferð skipað varð fyri hesari talvkapping, og eins og seinast, var Helgi Dam Ziska høvuðsdómari.
Endaliga úrslitið varð, at Spírin endurvann gullið, Smílibýlið varð nummar 2, og Frítíðarskúlin í Hoyvík vann 3 plássið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo