Skúlablaðið: Skúlafólk hava sínámillum og á sosialum miðlum kjakast um, hvussu best er at fara fram, tá próvtøkurnar koma fyri í summar.
Mong tykjast meta, at neyðugt verður at tillaga próvtøkurnar, tí skúlarnir hava verið raktir av koronasmittuni, og bæði næmingar og lærarar hava mist nógvar arbeiðsdagar. Og hetta hevur havt við sær mista undirvísingartíð.
Jenis av Rana kennir trupulleikan, og arbeitt verður við málinum, sigur hann við Skúlablaðið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo