Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Fyrsta PISA-kanningin var í 2000, og hon hevur verið hildin triðja hvørt ár síðan. Føroyar vóru fyrstu ferð við í 2006, og tað er sostatt sjeyndu ferð, at føroyskir næmingar taka lut í kanningini, telja vit undankanningina frá 2005 við.

PISA er ein altjóða kanning um vitan og kunnleika hjá 15 ára gomlum næmingum, sum OECD skipar fyri. Endamálið við kanningunum er at geva eina mynd av, hvussu væl 15 ára gomul eru fyrireikað at møta framtíðar avbjóðingum og duga at nýta førleikar sínar í veruliga lívinum. Dentur verður lagdur á almennar førleikar og í minni mun vitan ella kunnleika um heimlig umhvørvi.

Í flestu londum, sum taka lut, verður ein umboðandi partur av teimum 15 ára gomlu næmingunum útvaldur. Í smærri londum, so sum Føroyum og Íslandi, taka allir næmingar lut. Í hvørjari PISA-kanning verða trý faklig høvuðsøki kannað. Tey eru lesiføri, støddfrøði og náttúruvísindi. Til hvørja kanning verður høvuðsdentur lagdur á eitt av hesum økjunum. Harumframt verður eitt serevni kannað. Høvuðsøkið í ár verður støddfrøði, og serevnið verður ”skapandi hugsan”. Umframt spurningar í teimum trimum fakligu økjunum verða næmingarnir eisini bidnir at svara spurningum um sítt bakstøði, eitt nú skúlagongd, kyn, familjustøðu, frítíðarvirksemi og hugburð til skúlagongd.

provstovan.fo/provstovan/folkskulin/pisa/fragreidingar

Les grein í komandi Skúlablað um PISA.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo