Tórshavnar kommuna: Hevur títt barn tørv á plássi í frítíðarskúla frá 11.-13. apríl 2022, tá ið frítíðarskúlarnir annars eru stongdir?
Í Tórshavnar kommunu leggja frítíðarskúlarnir virksemið saman í frítíðini, soleiðis at minst ein frítíðarskúli er opin.
Hevur tú tørv á plássi í samanlagda virkseminum á páskum, skalt tú søkja um tað. Øll børn til og við 2. flokki eru vælkomin at nýta tilboðið.
Tilmeldingin til samanlagda virksemið er nú tøk á síðu okkara um samanlagt virksemi fyri frítíðarskúlar, sum tú finnur her:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo