Íverksetarahúsið: Bólkurin OVIS, ið vann SkúlaFM, kom víðari til danska kapping innan íverksetan.
OVIS hevur ment ljóðpanelir úr føroyskari seyða ull, og skal leggja fullfíggjaðu verkætlanina fram fyri donsku dómsnevndini á finaludegnum í Kolding, í morgin, hósdagin 21.apríl.
Spennandi verður at fylgja við, hvussu tað fer at ganga hjá teimum.
Næmingarnir handan OVIS ganga í 10.flokki í Skúlanum við Løkin. Teir eru Trygvi Christiansson, Ólavur Olafsson Davidsen, Teitur Hentze Knudsen og Dávur Samuelsen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo