Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Tað er í dag ein sannroynd, at alsamt fleiri børn stríðast við atferðartrupulleikar, samstundis sum angist og tunglyndi eisini ávirka nógv ung. Hetta merkir, at fleiri næmingar í skúlaverkinum hava tørv á eyka hjálp - eisini fleirmæltar næmingar, ið krevja skipaða serundirvísing. Av tí at so nógvir ymsir bólkar eru, sær Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, ein vanda í, at børn og ung, ið bera brek, kunnu koma at gjalda ein prís av tí sama.

– Um talið veksur, er vandin í verandi skúlaskipan, at børn, ið bera brek, gerast ein partur av einum so breiðum hópi, sum ikki verður sæddur í nóg stóran mun. Fleiri av næmingunum hava ikki sjálvir eina rødd, og avvarðandi eiga ikki at vera tey, ið streingja á at fáa eitt nøktandi skúlatilboð, sigur hon.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo