Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Íverksetarahúsið: Fríggjadagin 25. februar verður finalan í SkúlaFM 2022, har skúlanæmingar í framhaldsdeildini kring landið fara at kappast í íverksetan.Tiltakið byrjar klokkan 09:30.

SkúlaFM er árliga kappingin fyri skúlanæmingar í 8. 9. og 10. flokkum kring landið, har næmingarnir sleppa at royna seg við ítøkiligum vinnuligum verkætlanum. Hetta seinasta árið hava næmingarnir fingið undirvísing í íverksetan og hava arbeitt við at finna hugskot til nýggjar vinnur og fyritøkur. Næmingarnir hava lært at arbeiða við egnum hugskotum, og hava síðani ment hugskotið frá tanka til lidna vøru ella tænastu, sum skal kunna seljast ella veitast øðrum.

SkúlaFM er ein vinnulig verkætlan, sum setur stovnsetan av egnum virki í fokus. Ein verkætlan, ið er við til at skapa eina íverksetaramentan í Føroyum og geva næmingum møguleika at royna seg sum sjálvstøðug vinnurekandi. Næmingar frá heili átta ymiskum skúlum eru umboðaðir: Skúlin við Løkin & Tofta Skúli, NámX, Skúlin við Løgmannabreyt, Skúlin á Giljanesi, Fuglafjarðar skúli, har næmingar úr Leivíkar skúla og Gøtu skúla eru við.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í menta- og skúlamálum, setur finaluna, sum verður í Løkshøll í Runavík. Eftir tað leggja næmingarnir fram fyri einum dómarapaneli, sum velur bestu verkætlanina. Aftaná ein stuttan steðg, kemur Gentuvesið at undirhalda við onkrum spennandi, og síðan kemur Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri at bera fram røðu.

SkúlaFM er eitt samstarv millum Íverksetarahúsið, Uttanríkis- og Mentamálaráðið og skúlarnar kring landið. Vinnandi bólkurin fær, umframt heiðurin at vinna, møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark, sum er líknandi donsk kapping fyri skúla ungdóm, ið næmingar frá Nám X vunnu í fjør.

Betri og Føroya Tele geva 5.000 kr. hvør til vinnandi bólkin, sum er eitt ískoyti til útreiðslurnar í sambandi við ferðina til NextLevel kappingina í Danmark. Bólkur nr. 2 og 3 fáa somuleiðis ein vinning á ávikavist 1.500 kr. og 1.000 kr.

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.

SKRÁ

09.15 DYRNAR LATA UPP

09.30 ÍVERKSETARAHÚSIÐ BJÓÐAR VÆLKOMIN

09.35 LANDSSTÝRISMAÐURIN, JENIS AV RANA, SETUR DAGIN

09.45 FRAMLØGUR

11.15 STEÐGUR OG DÓMARARNIR UMRÁÐA SEG

11.35 GENTUVESIÐ

12.00 TÓRBJØRN JACOBSEN, BORGARSTJÓRI, HELDUR RØÐU

12.10 AVDÚKING OG HANDANIN

12.30 LIÐUGT

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo