Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Sankta Frans skúli, hesin søguríki miðbýarskúlin, fær nú loksins framhaldsdeild. Hetta samtykti býráðið í gjárkvøldið. Hetta er eitt gott mál fyri skúlan, skúlabørnini og Havnina, nú stórur fólkavøkstur er.

Sankta Frans skúli er vælumtóktur skúli. Hann hevur gingið undan við forskúla í meira enn hálva øld. Men har hevur altíð manglað ein framhaldsdeild. Næmingarnir hava verið noyddir at flyta í annan skúla, tá tey skulu í 8. flokk. Hetta verður nú søga.

Býráðið hevur sett sær fyri, at skúlaárið 2023/24 verður framhaldsdeild skipað í Sankta Frans skúla, so at til ber at ganga øll árini frá forskúla til 9. flokk í skúlanum, júst sum næmingarnir í hinum skúlunum kunnu. Ætlanin er at byggja nýggj skúlahøli til endamálið, hetta arbeiðið fer í gongd beinanvegin.

- Eg fegnist um, at Sankta Frans skúli loksins fær somu møguleikar sum hinir skúlarnir. Tað hevur stóran týdning fyri menningina hjá børnunum og fyri undirvísingarætlanina yvir ár, sigur borgarstjórin, Heðin Mortensen.

- Býráðið hevur eisini samtykt, at skúlar við framhaldsdeild kunnu skipa rásir og tilboð, so at næmingarnir kunnu fáa fleiri valmøguleikar. Býráðið samtykti eisini, at skúlarnir skulu samstarva um hetta, alt fyri næmingsins besta, sigur hann í stuttari viðmerking.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo