![Kambsdalur](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/a/4/csm_Kambsdalur_e699608f5c.jpg)
![Kambsdalur](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/a/4/csm_Kambsdalur_e699608f5c.jpg)
Løgtingið hevur samtykt at heimila landsstýrismanninum at nýta upp til 71 mió. kr. til triðja byggistig í sambandi við at um- og útbyggja miðnámsskúlan á Kambsdali.
Endamálið við hesum byggistigi er at gera brunaveg, nýbyggja náttúruvísindaliga økið, út- og umbyggja felagsøkið, køkin og undirvísingarhølir og at fáa til vegar innbúgv.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo