Á Kambsdali tók ÍF ímóti Mjølnir. Liðini liggja á odda í lands – og steypakappingini, so eftir øllum at døma, átti hesin dysturin at gerðast spennandi.
Mjølnir legði væl út og vunnu 1. Settið. Teir spældu væl og kontant. Blokkurin stóð sum ein múrur fyri álopunum hjá ÍF.
Annað settið kom ÍF betur frá byrjan, og spældu teir væl og fjølboytt. Seliga var tad miðjan hjá ÍF, sum gjørdist meira sjónlig á vøllinum. Teir vunnu settið trygt.
3. settid gjødist eisini javnt og spennandi. ÍF vann settið. Nú varð stødan 2 – 1 til heimaliðið.
4. settid varð merkt av,at Mjølnir broytti upptilling. Tað góða flogbóltspælið dalaði nakað. Liðini gjørdu nógvar feilir. Tá avtornaði, vann ÍF settið og sostatt dystin 3-1.
Semifinalurnar verda leiktar 13. februar í Klaksvík.
ÍF kemur at spæla ímóti SÍ. Mjølnir spælir ímóti Fleyr, sum vann sín dyst 3-0 móti SÍ.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo