Í dag var so sjøtil settur á seinnu leikhálvu í landskappingini í talvi fyri lið. Dystirnir í sætta umfari í dag áttu av røttum at verið avgreiddir fyri tveimum vikum síðani, men vórðu útsettir vegna korona.
Við stórsigri 3½-½ á kollfirðingum løgdu sandavágsmenn bragdliga fyri í tí nýggja árinum. Sum vant fullmannaðir, einki avboð á nøkrum borði. Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen og Silas Eyðsteinsson vunnu á fremstu trimum borðunum á Kára Petersen, Bernhard Thomsen og Hanus Joensen. Á fjórða borði mátti Torkil Nielsen sættast við remis móti tí unga Rógva Mørkøre.
Eftir ruddiliga sigurin hjá Havnar Telvingarfelag á Sandavágs Talvfelag í toppdystinum í 1. deild fyri jól, varð spenningur kyknaður upp av nýggjum. Niðurstøðan hjá havnarmonnum var, at nú ráddi um ikki at slaka í komandi dystum móti veikari mótstøðuliðum. Men í dag spøkti gamla syndin aftur hjá føroyameistarunum. Uttan at manna seg við øllum sínum bestu telvarum stóð á at vinna á felagsins B-liði. Hvørki Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen ella Carl Eli Samuelsen, sum vóru við í toppdystinum fyri jól, telvaðu í dag.
Føroyameistarnir vunnu tepurt 2½-1½ á øðrum liði hjá havnarmonnum. Eingin orsøk er hjá FM-manningini at undirmeta uppgávuna, tí í fleiri av undanfarnu dystunum innanhýsis millum liðini hjá Havnar Telvingarfelag í fremstu deildini, hevur gingið javnt á, tó at A-liðið, sum vera man, hevur sterkari telvarar á hvørjum borði.
Hart brøðrastríð á fyrsta borði endaði javnt. Olaf Berg mátti heldur nipin sættast við remis móti lítlabeiggjanum Margari, hóast eini 300 ratingstig eru á muni. Á øðrum borði var Luitjen Akselsson Apol við undirlutan móti Suna Merkistein. Her vóru eisini eini 300 ratingstig á muni, men tann ungi gávaði Luitjen hevði ikki eydnuna við sær í hesum talvinum. Á aftaru borðunum gjørdu Sjúrður Thorsteinsson og Herluf Hansen sína skyldu við at vinna á Arnbirni Dalsgarð og Óla Joensen.
Havnar Telvingarfelag tók annars nýggju felagshølini í ovastu hædd í Finsen - gamla Kommunuskúlanum - í nýtslu í dag. Gamla felagshúsið í R.C. Effersøesgøtu er selt. Í nøkur ár hevur felagið húsast í Ytra Skúla við Landavegin - á mannamunni nevndur Guli Skúli - men nú er eitt nýtt tíðarskeið byrjað í gomlu sangstovuni ovast í Finsen. Har eru góðar umstøður at telva.
Eins og í Havn var innanhýsis dystur á skránni í Skákinum í Klaksvík. Klaksvíkingar hava eins og havnarmenn tvey lið í bestu deildini. Her gjørdi A-liðið bart og vann heili 3½-½, hóast munurin í styrkitølum er væl minni á liðunum í Klaksvík enn í Havn. Ólavur Simonsen, Rani Nolsøe og Teri Petersen vunnu á Finnbjørn Vang, Rana Baldursson og Ingolf Gaard. Einasti javnleikurin var á triðja borði millum Steintór Rasmussen og Haldur Suna Johansen.
6 umfar
Kollafjørður-Sandavágur ½-3½
Havnin B - Havnin A 1½-2½
Klaksvík B - Klaksvík A ½-3½
Støðan 1. deild:
Sandavágur 16½ stig
Havnin A 15
Klaksvík A 12
Klaksvík B 10
Havnin B 9½
Kollafjørður 9
Vestmanna á odda
Í 2. deild er Vestmanna Talvfelag á odda og hevur kós móti uppflyting. Í dag vunnu vestmenningar 3-1 á Runavíkar Talvfelag. Á vestmannaliðnum telvaðu Samson Højgaard, Jákup á Rógvi Andreasen, Martin Brekká og Alfred Olsen.
6 umfar
Runavík-Vestmanna 1-3
Klaksvík-Kollafjørður 2-2
Havnin-Sandavágur 1½-2½
Støðan í 2. deild
Vestmanna 18½
Klaksvík 13
Kollafjørður 12½
Sandavágur 11½
Havnin 10½
Runavík 6
Triðja deild í tvíningum
Nýggj skipan í 3. deild ber í sær, at tey tólv liðini eru flokkað í tvær deildir eftir at innleiðandi kappingin fyri ársskiftið er avgreidd. Fremru liðini eru komin í deild A, tey aftaru í deild B.
3 deild (A) støðan
Rókur A 4
Vestmanna 2½
Kollafjørður 2
Toftir 2
Sandavágur 1½
Rókur B 0
3 deild (B) støðan
Havnin 4
Gøta 2
Runavík 2
Sandavágur 2
Klaksvík 2
Havnin B 0
Nýggj unglingadeild
Eftir steðg í nøkur ár er unglingadeildin endurstovnað. Seks lið kappast. Higartil hava seks umfør verið. Havnardreingir eru í løtuni á odda.
Unglingar (støðan)
Havnin 20½
Klaksvík A 18½
Klaksvík B 13
Kollafjørður 11
Sandavágur A 7½
Sandavágur B 1½
Meira kann lesast um liðkappingina á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.
Telvað verður aftur í landskappingini um tvær vikur. Dystirnir í 1. deild í sjeynda umfari 7. februar eru hesir: Havnin B - Sandavágur, Havnin A - Klaksvík B og Klaksvík A - Kollafjørður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo