Flogbóltssambandið: ÍF – SÍ, meistaradeild menn, 25-12, 25-21, 25-16
ÍF vann greitt fyrsta settið 25-12, meðan næsta settið gjørdist eitt sindur javnari við einum 25-21 sigðri til ÍF. Liðini fylgdust í byrjanini, men móti endanum á settinum legði ÍF seg framum við nøkrum stigum, og settið var ongantíð í vanda.
Í triðja settinum vísti ÍF aftur klassa, og smurdi sørvingarnar av við einum 25-16.
Liðið hjá ÍF leikti á einum sera høgum støði, og liðið man vera eitt tað sterkasta, sum felagið hevur havt – møguliga ein favorittur, sum vinnari av steypafinaluni.
Fuglfirðingar eru í finaluni, sum verður í Høllini á Hálsi 27. februar 2021 – hvat mótstøðuliðið verður, verður avgjørt kl. 19,00 í kvøld, tá Mjølnir og Fleyr møtast.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo