Tórshavnar kommuna: Dan Brimsvík varð í heyst settur at venja besta mansliðið hjá B36. Nú hann er farin til verka, var hann saman við Heina Poulsen Hellisdal, sum er dagligur leiðari hjá B36, á gátt hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra.
Sjey ár eru liðin, síðani Dan Brimsvík seinast vandi lið hjá B36. Tá var hann høvuðsungdómsvenjari, og hann vandi eisini annaðliðið hjá B36.
Seinastu árini hevur Dan verið í Danmark og nomið sær ítróttaútbúgving, og um somu leið hevur hann virkað sum ungdómsvenjari hjá Hvidovre og Lyngby. Dan Brimsvík er 33 ára gamal.
Heðin Mortensen og nýggi venjarin og dagligi leiðarin hjá B36 høvdu nógv at tosa um – bæði um framstigini hjá føroyskum fótbólti seinastu árini og um karmarnar kring fótbóltin, sum mugu fylgja við, fyri at fólksligi ítrótturin kann halda fram at menna seg.
Sáttmálin hjá nýggja høvuðsvenjaranum hjá B36 toyggir seg til 2023.
Í næstum kemur Jonas Dal Andersen, nýggi venjarin hjá HB, eisini á gátt á Ráðhúsinum.
Fyrstu dystirnir í kappingini í bestu deildini hjá monnum verða leiktir 7. mars 2021.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo