Hvalbiar Kommuna: Tað var lagt upp til tann heilt stóra spenningin, tá 14 ára gamli Nóa Thomsen frá Hvalba setti seg við rógvimaskinuna í Kollafirði í morgun og skuldi rógva kapp um Danmarksmeistara skapin í inniróðri.
Tá 2000 metra málið var rógvið, kom hann fyrstur á mál við tíðini 6.58.7 og sostatt kundi hann kalla seg Danmarksmeistari í inniróðri í bólkinum U16 dreingir.
Nóa Thomsen venur hjá FSR undir leiðslu av Tormann Jacobsen, sum hevur verið hollur stuðul hjá Nóa seinastu tíðina. Miðvísa venjingin, sum Torman Jacobsen hevur stungið út í kortið skuldi vísa seg at bara heilt á mál í morgun.
Tá Nóa kom suður við Smyrli í kvøld hevði Hvalbiar kommuna skipað fyri móttøku har fýrverk bleiv skotið fyri at heiðra vinnarinum.
Eftir tað bleiv blómutyssið givið saman við einum heiðursbrævi, sum forkvinnan í Trivnaðarnevndini Eir J. Norðberg handaði vinnarinum.
Hvalbiar Kommuna ynskir Nóa Thomsen til lukku við meistara heitinum og ynskir honum bestu eydnu í framtíðini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo